
Søkt verður eftir fysioterapeuti, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara og heilduhjálpara.
Spennandi størv, í nýggjum umhvørvi og við nýggjum bygnaði
Starvskarmar- og innihald
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er, at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum.
Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum, sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.
Søkt verður eftir einum fysioterapeuti í fast starv
Starvið inniberð t.d. at arbeiða við rehabilitering og saman við starvsfólkinum á rehabiliteringsdeildini at leggja ætlanir fyri borgarnar. Harumframt at standa fyri venjingum í stóru venjingarhøllini til allar fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjingar til stórar og smáar bólkar og at veita endur- og viðlíkahaldsvenjingar til allar borgarar yvir 67 ár, sum hoyra til Heimatænastuna í Vágum.
Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi og einum heilsurøktara í fast starv á Miðstovu .
Søkt verður eftir einum heilsuhjálpara í eitt farloyvisstarv í tíðarskeiðinum 01.04.2019 ??? 31.08.2020. ???
Størvini eru á Miðstovu, sum er demensdeild. Menniskja í miðdepilin har fokus er á socialpædagogiskari minniskveikjandi røkt, sum er serliga góð til demensrakt, saman við góðari sjúkrarøkt. Starvsfólkini eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Rehabiliterandi arbeiðsgongdir skulu síggjast aftur í allari tænastuni.
Eftir nýggja bygnaðinum krevst at starvsfólkið:
· Greinar og setur í verk viðkomandi faklig tiltøk í sambandi við demens, rehabiliteing og skerdan virkisførleika
· Er við til at fáa greiðu á likamligum, sálarligum og sosialum váðafaktorum.
· Setur í gongd og er við í heilsutiltøkum, sum kunnu basa ella minka um ávirkan av váðanum.
· Arbeiða, ráðgeva og vegleiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi í gerandisvirkinum
· At seta í verk sjúkrarøktarfaklig tiltøk, veita sjúkrarøkt við atliti til tilfeingi, vitan, vilja og mentanarligum og/ella átrúnaðarligum tilknýti.
· At vegleiða borgaran um nýtt arbeiðslag, sum kemur í staðin fyri mistan virkisførleika.
· At endurhugsa og eftirmeta,???við javnt og samt??? at eygleiða og meta um borgarans støðu.
· At hava sína fakligu vitan dagførda.
Førleikakrøv
· Hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
· Hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
· Hevur prógv og autorisatión sum heilsurøktari.
· Hevur prógv sum heilsuhjálpari
· Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið
· Skal megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í
· Skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi toymi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
· Hava vitan og áhuga í at mennast og megna at skapa eitt lærandi umhvørvi
· Skal hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
· Verða empatiskurí sínum samstarvivið borgarar og avvarðandi.
Vit bjóða
· Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi og í nýggjum starvsfólkatoymi
· Undirvísing og menning í skipaðum felagsskapi og fastlagdir fundir
· Stóra ávirkan á menningina í Heimatænastuni í Vágum
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvaðandi feløg.
Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til fyrisitingina 793200.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: [email protected]
Umsókninar skullu vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 15 mar 2019 kl. 12.00. Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leys av nýggjum.
Um ikki umsøkjarar eru til tey kravdu størvini, kunnu onnur søkja og setast í størvini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald