
Um starvið
Talan er um eitt spennandi starv, har tú kemur at virka í einum framfýsnum og jaligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.
Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvðusuppgávu at røkja aliøkið í Vestmanna, men eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkinum hjá P/F Luna. Sum alari vísir tú til aliformannin í Vestmanna. Førleikar innan sjómansskap eru ein fyrimunur og eisini um tú hevur trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.
Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:
??? at røkta fisk til frama fyri góða fiskavælferð,
??? at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum og ringum o.a.,
??? at gera viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini.
Vit vænta at tú hevur
??? áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi,
??? góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur.
Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí at tú ert fleksibul í mun til slíkar fyritreytir.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.
Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjun Wilhelm, Alileiðara, á tlf. +298 288988. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. Juni 2020.
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til [email protected].
P/F Luna, sum framleiðir HiddenFjord laks, hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling og góðskingarvirki. Tað arbeiða uml. 150 fólk hjá okkum. Stórur eftirspurningur er eftir okkara góðskugóða og vælumtókta laksi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald