Mentan

Spennandi landsstevna

...

2016-04-19 09:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum 6-8. mai verður árliga landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Leguhúsinum í Nesvík. Stevnan er eitt slag av ársfundi hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

Skráin er bæði spennandi og fjølbroytt.
??r henni kann nevnast, at bæði kór og solistar koma at syngja, frágreiðingar verða frá sjómonnum, bíbliutími, leiðarafundur, medarbeiðarafundur við fokusi á arbeiðið, frágreiðing frá missiónsferð, gudstænasta, góður matur og góður hýrur.
Hóast tað mest eru kvinnur úr sjómanskvinnuringunum sum samlast, so eru allar kvinnur, sum eru áhugaðar í arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini vælkomnar.

Tekning á www.mission.fo/tilmelding
hjá Leguhúsinum tel.470000 ella á tel. 449024/229024

Tekningarfreistin er mánadagin 25. apríl.
Hjartaliga vælkomnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder