
Køkurin á Heiminum á Sýnini søkir eftir føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1.juni 2021 ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú hugin og viljan at læra at gera heilsugóðan og fjølbroyttan mat, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.
Søkt verður eftir:
- Føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent)
Skúlakrøv:
- Í minsta lagi 9. flokks prógv frá fólkaskúlanum
- Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving (grundforløb)
Vit ynskja at tú:
- Ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Dugur at samskifta í skrift og talu
- Hevur telduførleikar á brúkarastøði
- Møtir væluppløgd/ur og til tíðina
- Ert ágrýtin
- Hevur gott handalag
- Hevur ein jaligan hugburð
- Virkar fyri at fremja eitt gott umhvørvi og trivna
Vit bjóða tær:
- Eitt gott og spennandi lærupláss við eldhugaðum starvsfólkum
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Vit leggja stóran dent á eitt gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa so góða læruúrtøku sum gjørligt.
Lærutíðin er 3 ár, harav 30 vikur eru skúlagongd. Skúlagongdin er á tekniska skúla í Danmark, og er býtt upp í trý tíðarskeið á 10 vikur hvørja fer.
??tbúgvingin gevur tær eina grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan, vælsmakkandi mat.
Tú kann lesa meira um sjálva útbúgvingina á heimasíðuni www.ernaerings-assistent.dk
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita við at venda tær til Thildu Gaardlykke, kostfakligur leiðari á tlf. 793210 ella teldupost [email protected]
Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Royndartíðin er 6 mánaðar.
Umsóknir:
Umsókn við prógvum skal sendast til: [email protected]Viðmerk ???Lærupláss???
Freistin at søkja er 19. Apríl 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald