Spennandi framsýning í gomlu smiðjuni á Leitisvegi
í Miðvági
Eigil Rasmussen í Miðvági hevur í eina tíð savnað tilfar um Miðvágs bygdarsøgu.
Eigil hevur frá barnaárum havt stóran áhuga fyri aldargomlu bygdini. Hann hevur sitið undir hvørjum orði, tá tey vaksnu og gomlu søgdu frá um bygdina, fólk og siðir. Men eisini staðarnøvn, garða- og húsanøvn hevur hann savnað og lagt sær væl í geyma. Seinni hevur hann eisini savnað øll bátanøvn og flestu hundanøvn í bygdini og eigarmenn teirra. Hetta er bara ein partur av byrjandi bygdarsøguni.
Í fimti og serliga seksti árunum varð Miðvágur matrikuleraður. Eigil var við sum hjálparmaður hjá landmálarunum, tá markávísingin fór fram.
Hetta gav søguforvitna manninum hug og møguleika. ??tfrá upptekningi av gamla bønum hevur Eigil gjøgnum eina rúma tíð fest staðarnøvn, húsanøvn og annað forvitnisligt á kortið, sum brúkt varð sum grundarlag undir matrikuleringini.
Á framsýningini kunnu vit umframt eina lýsing av bygdini frá 1890unum til 1958 eisini finna tey jarðarstykki, sum forfedrarnir áttu, tey hús og toftir, sum vórðu festar á kortið frá hesi tíðini.
Hann hevur eisini skrivað hugleiðingar um partar av bygdini, soleiðis hon er broytt í hesi tíðini fram til okkara tíð.
Samanumtikið ein sera áhugaverd framsýning fyri tey, ið hava tilknýti til bygdina og sjálvandi ein góð og gevandi inspirasjón hjá øllum søguáhugaðum.
??ll eru hjartaliga vælkomin at hitta Eigil Rasmussen, sum sýnir fram og gleðiliga greiðir frá í
GOMLU SMIÐJUNI Á LEITISVEGI í Miðvági
Í dag sunnudagin 3. apríl til kl. 19.00
Týsdagin 5. apríl kl. 16.00 ??? 19.00
Hósdagin 7. apríl kl. 16.00 ??? 19.00
Fríggjadagin 8. apríl kl. 16.00 ??? 19.00
Leygardagin 9. apríl kl. 10.00 ??? 12.00 og kl. 14.00 ??? 18.00
Sunnudagin 10. apríl kl. 16.00 ??? 20.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald