Mentan

Spennandi framsýning í Miðvági

...

2016-04-03 15:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Spennandiframsýning í gomlu smiðjuni á Leitisvegi

íMiðvági

Eigil Rasmussen í Miðvági hevur í eina tíð savnaðtilfar um Miðvágs bygdarsøgu.

Eigil hevur frá barnaárum havt stóran áhuga fyrialdargomlu bygdini. Hann hevur sitið undir hvørjum orði, tá tey vaksnu og gomlusøgdu frá um bygdina, fólk og siðir. Men eisini staðarnøvn, garða- og húsanøvnhevur hann savnað og lagt sær væl í geyma. Seinni hevur hann eisini savnað øllbátanøvn og flestu hundanøvn í bygdini og eigarmenn teirra. Hetta er bara einpartur av byrjandi bygdarsøguni.

Í fimti og serliga seksti árunum varð Miðvágurmatrikuleraður. Eigil var við sum hjálparmaður hjá landmálarunum, támarkávísingin fór fram.

Hetta gav søguforvitna manninum hug og møguleika. ??tfráupptekningi av gamla bønum hevur Eigil gjøgnum eina rúma tíð fest staðarnøvn,húsanøvn og annað forvitnisligt á kortið, sum brúkt varð sum grundarlag undirmatrikuleringini.

Á framsýningini kunnu vit umframt eina lýsing avbygdini frá 1890unum til 1958 eisini finna tey jarðarstykki, sum forfedrarniráttu, tey hús og toftir, sum vórðu festar á kortið frá hesi tíðini.

Hann hevur eisini skrivað hugleiðingar um partar av bygdini,soleiðis hon er broytt í hesi tíðini fram til okkara tíð.

Samanumtikið ein sera áhugaverd framsýning fyri tey, iðhava tilknýti til bygdina og sjálvandi ein góð og gevandi inspirasjón hjá øllumsøguáhugaðum.

??lleru hjartaliga vælkomin at hitta Eigil Rasmussen, sum sýnir fram og gleðiligagreiðir frá í

GOMLUSMIÐJUNI Á LEITISVEGI í Miðvági

Í dag sunnudagin        3.apríl             til         kl. 19.00

Týsdagin                     5.apríl             kl. 16.00 ??? 19.00

Hósdagin                     7.apríl             kl. 16.00 ??? 19.00

Fríggjadagin                8.apríl             kl. 16.00 ??? 19.00

Leygardagin                9.apríl             kl. 10.00 ??? 12.00 og kl.14.00 ??? 18.00

Sunnudagin               10. apríl             kl. 16.00 ??? 20.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder