Mett verður, at ikki minni ennfýra-fimmtúsund føroyingar eru eftirkomarar av manningini á hollendskaeysturindiafararanum???Westerbek???, ið sigldi á land og sakk sunnan fyriLopranseiði2. september 1742.
Tað var ein av tátíðar størstureiðarafyritøkumí heiminum, V.O.C., ið áttiWesterbeck.
Postahevur gjørt av at geva út frímerki viðWesterbeck, og í hesum sambandi verður skipað fyri ferð til Hollands í døgunum 17. til 21. februar. Flogið verður úr Føroyum til Keypmannahavnarog víðari við bussi til fyrst Amsterdam og síðani Rotterdam. ??tgávan av nýggja frímerkinum hjáPostafer fram í einumskipsmuseumí Rotterdam.
Skipsvanlukkan viðLopranseiðihevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum, tí mett verður, at fleiri túsund føroyingar hava ættarbond til manningina áWesterbeck.
Tað er ein av eftirkomarunum av einum av manningini, SámalBláhamar, ið skipar fyri túrinum til Hollands. Við á ferðini er,MathiasLassen, ið hevur skrivað bókina umWesterbeck, sum kom út í 2008.Fýra daga ferðin kostar einans 5.700 krónur, ið fevnir um flogferðaseðil, bussferð oghoteluppihaldí Hollandi.
Enn eru pláss eftir, og til ber at tekna seg til ferðina skjótast gjørligt á [email protected] ella við at ringja á tlf. 215667.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald