tórbjørn jacobsen
Klaksvíkin lá ikki sveipað í ravmagni hetta
kvøldið, men stjørnurnar glampaðu sum eldkúlur úti í hinum ókenda alheimi.
Veðrið var av tí fagrasta, tá útróðrarbátarnir fóru stimandi norður ígjøgnum
Haraldssund. Teir fóru ikki á havmiðini norðanfyri. Leysir av landi løgdu teir
stilt, andaktsstemningur rakst ímillum bátarnar við úrkøktu motorunum, í kvøld
vóru havsins treystu synir áskoðarar til eina av teimum heilt stóru hendingunum
í søgu okkara. Tá hálvur annar tími vantar í miðnáttina, fer havið at liva,
guvan stendur úr skorsteinum, bretsku togararnir hála fyri seinastu ferð á
innaru leiðunum, lemmarnir bresta í gálgarnar, keturnar glinta hvøllari enn
annars, og sum nevslignar æður seta teir sorgarbundnir kós norður á nýggja
12-fjórðinga markið. Á miðnátt liggur hesin fremmandi skipafloti sum ein gløðandi
ljósrond eftir markinum. Blaktrandi lanternur standa sum eitt stik fram við
markinum, ið ikki ber til at leypa á. Landsins myndugleikar hava tikið sær
suverenitet á útróðrarleiðum. Tann eini útróðrarmaðurin higani hevur einaferð
sagt einum ungum studenti, ið royndi at akademisera tað sum fyrifórst, at tað
var ein stórbær sjón at síggja, ítøkiliga, hvussu vit sjálvir so brádliga áttu
hetta havið ??? hendan ómissandi matkovan ??? einsamallir. Hetta vóru nú okkara
havleiðir burturav. Hetta hendi fyri hálvthundrað árum síðani ??? á Grækarismessu
1964. Seinri fluttu vit okkum longur út á. 200-fjórðinga fiskimarkið varð
veruleiki í 1977, og spískamarið, búskaparliga grundarlagið, hjá føroyingum var
tryggjað, soleingi vit eiga megina at verja og røkja kovan í hesum velduga
bassininum, sum nú hevur eina vídd omanfyri 3 hundrað túsund ferkilometrar.
Grækarismessurnar hava annars hilnast illa
her norðuri, men við hesari kom ein vinnulig bygnaðarbroyting, sum fekk týdning
fyri fólk - bæði á sjógvi og landi. Kring alt landið. Sohvørt sum kapaciteturin
vaks á flakavirkjunum, góvust skipini at sigla við ísaðum fiski niður á bretska
marknaðin. Rávøruleverandørurin var industrialiseraður, virðisøking rópa teir
tað nú. Vit, sum búgva uppat og síggja allar hesar konurnar gera seg tilreiðar
hvønn morgun at taka egghvassa knívin í lógvan, fyri at skera í fiskin, sum
menn fyri tað mesta bera teimum av havmiðum inn á transportbondini, síggja
hvussu tilfeingið verður transformerað til søluvøru á altjóða marknaðum. Sum
skaldið sigur: ???...men undan hondum teirra, liggja stakkar av saltfiski,
frystirúm full av flaki, so tú fær ein bita, tá búkurin er tómur.??? Á fyrstu
parkett síggja vit primera grundarlagið undir tjóðini koma undan hondum teirra.
Vit hava royndir av alternativinum, tá kolurnar hava verið sløktar, og
gjarðvøksturin hevur slokt seg upp eftir skipssíðunum. Á Skálafjørðinum og her
norðuri, tá Kósin onkuntíð hevur ligið sum eitt offrað vinnuligt tempul, við
útstungnum eygum. Ein ræðandi sjón, men tað funnust altíð ráð fyri degnum
ímorgin kortini. Fyri tað mesta komu ráðini úr egnari uppdrift. Søtur er
sjálvboðin biti, sum John Reid tekur til um byrjanina til fótbóltsvøllin, tá
menn við spaka og hvísl fóru í holt at turka djúpu mýruna upp fyri at fáa lendið
til tað, sum tey flestu kanska hildu vera fjas og letisbrøgd. Var annars so
heppin nú ein dagin, at eg fekk legendariska minnisritið til gávus frá
Bjartalíð presti, arvagóðs frá abbabeiggjanum.
Viderø sigur um svínoyingar, at teirra
hávaksni kemst av, at teir vaksa bæði uppeftir og niðureftir. Serliga
kallmennini, sum eiga røtur aftur til onkrar dovragubbar í Noregi. Um
Klaksvíkina sigur hann, at hon vaks so skjótt í vavi, at hon megnaði ikki
samsvarandi at vaksa niðureftir. Rótin rakk ikki slokkinum í hesi bráðu framtøku.
Bráðpannan, sum fólk av alskyns slagi og úr ymsum heraðshornum vildu gerast
partur av, gjørdist eitt søguligt gap, har so mangt bar til, felagssálin ???
eindaridentiteturin, samleikin - var ikki stadnað, alt lá opið, og nógvir
ymiskir vindar blástu inn av Pollinum og Borðoyarvík, tað ráddi um at síggja
møguleikarnar, at stutt var ímillum hugsan og handling, ein nýbyggjari bíðar
ikki eftir nøkrum, heldur ikki sær sjálvum. Hann fremur sínar egnu fyritreytir
afturat teimum natúrugivnu. Í honum býr uppdriftin, sum er runnin á hann av
vakstrarlagnum í kringumstøðunum.
Ímillum hesi háu fjøll og møguleikar vaks
eitt heilt samfelag. Ein tann frægasta vágin í landinum væl vard av hini
bulmiklu matrónini norðanfyri ??? Kunoynni. So hóskiliga langt frá sentralmaktini
í høvuðsstaðnum og Keypmannahavn, at menningin gekk sínar egnu leiðir. Umframt
kolossalu menningina í skipavinnu og ídnaði á landi fór hetta samfelagið at
skipa sínar egnu institutiónir. Sjúkrahús, maskinmeistaraskúla, skiparaskúla, fjarritaraskúla,
kokkaskúla, tekniskan skúla, húsarhaldsskúla og ikki at gloyma Fólkaháskúlan í
Føgrulíð, sum miklu andsmennini av Skarði og úr Miðvági og konur teirra settu á
stovn í óbygdum - í føgru líðini vestan fyri røðina oman ímóti Leirvíksfirði.
Egin strandferðsla í útoyggjarnar, til eysturbygdirnar í Eysturoy og sogar til
Havnar. Onkuntíð man tað hava kenst fólkinum sum at sita í flogfari, allur hesin
meldurin, tíðartíttleikin og øll hendan skjóta menningin. Komi aftur á orðini
hjá Marsonnu á Velbastað, hon fekk mær hesa troyggjuna og hosurnar til vega,
hon ynskti ikki at flúgva ímillum lond, tímdi ikki at sita í Keypmannahavn í
tveir sólarringar og bíða eftir síni egnu sál. Á sjóvegis leiðini kom hon
heilskapað á mál, sum hon málbær seg.
Myndin av guerillasoldátinum, sum situr í
føroyskari troyggju og undir føroyskari húgvu, í fjøruni í Klaksvík,
albrynjaður við eini løddari militerriflu, fór beint út á forsíðurnar á flestu
heimsins ávísum. Heilt suðuri í Rio de Janeiro. Tá ein kennir seg at vera langt
av landi skotnan frá egnum myndugleikum, ikki kennir fløvan frá miðsavnaðum valdshondum,
gerst man sín egni myndugleiki. Tekur sakina í egnar hendur, øll hjólini skulu
jú mala. Hetta er sum hjá partisaninum, lívið er hart, serliga um hann verður
særdur ella heilsuveikur. Uttan samanberingar annars, so skrivar Ché Guevara í
bókini ???Guerillakríggj???, at læknin í partisanherinum eigur altavgerandi
leiklutin, ikki tí at amboðini eru so framkomin, men tí at hann við
útbúgvingini og moralska/etiska læknalyftinum til eina og hvørja tíð akslar
síni skinn við hin særda, til hann er frískur og ferðugur aftur. Læknin er
meginstabilisatorurin og trygdin hjá øllum. Sosialar rembingar og hesin dropin,
sum fleyt yvir á Sjúkrahúsinum, vóru atvoldin til, at Klaksvíkin, helst sum
einasta bygd í okkara hemisferu, kom sær í hernaðarligt kríggj ímóti einum
fremmandum nationalstati. Í stríði eru bara stríðsins lógir galdandi, og
eftirspælið kenna vit, tá hitt paradoksala flogvitið, sum talaði í Emmaus og
var kommandantur á frontinum, havnarmeistarin Fischer Heinesen, varð buktaður
inn handan rimarnar í fangatippinum í høvuðsstaðnum. Tað var annars
krígsreportarin mr. Brown, frá Daily Express, ið kom til Føroyar við
serflogfari fyri at senda frá hermótinum, sum fekk øll tíðindini út til heimin
um Læknastríðið, eftir at Sigurð Joensen hevði yvirtalað Fischer at opna
frontin soleiðis, at Christian Didriksen kundi sigla bretska journalistin inn
um sperruna við báti sínum ??ðini. Sum Sigurð segði við Fischer: ???Illa lúgva
teir altíð, journalistarnir, men sleppa teir ikki afturum frontin, so vera tað
bara íspunnar mýtur og lygusøgur, sum verða varpaðar heiminum frá krígnum í
Klaksvík.???
John William, lokalávísin, gleðir seg til
2024, tí tá væntar hann meg norður aftur í Vágstún. Hann spurdi í spølni í
máltráðnum, hvør í Guðs garði orsøkin var til, at eg skuldi flyta fram røðu her
tíggjunda hvørt ár. Helt fyri, at tað mundi komast av, at langomma mín var úr
Kunoy, rópt Kunoyar Jóhanna í Syðrugøtu, og at børn míni eru hálvir kunoyingar.
Annars var eg bara fýra ára gamalur, tá eg fyrstu ferð steig fótin á land her
norðuri. Í plússfourbrókum standi eg á eini mynd so smoykin ímillum abba og
ommu, sum vóru farin av Gøtu við Coraliu á Norðoyastevnu. Ljóslivandi stendur
tað fyri mær, tá vit eftir ein frægari døgverða labba oman frá Andrassi Samson
og skyldkonuni Malenu, dóttir Mortan í Hvannasundi og langabbasystrina úr
Nólsoy, oman í Djúpumýru, har KÍ leikti ímóti onkrum av hinum stórliðunum í
landinum.
9 ára gamal og nú er stórdystur á nýggja
leikvøllinum í Sarpigerði, vit báðir Pól morbróður, hann var svorin
KÍ-viðhaldsmaður, í hvussu er fram til GÍ-framtøkuna, aka yvir til Norðragøtu,
har KÍ skal leika ímóti danska liðnum OB úr ??ðinsá, 25. juli 1965. Gamaní tapir
KÍ dystin 1-2, men gøtumenn halda seg hava vunnið. Núverandi djáknurin í
Kristianskirkjuni, Karl Gudmund Henriksen, man vera ein hin fyrsti vongverjin í
Føroyum, og eg minnist so væl hetta reydið hann ger niðan eftir í høgru síðu, fettir
nakkan afturá, hyggur upp, og við eitt leggur hann ristina undir leðurkúluna,
og leggur hana inn fyri, og har brestur bólturin í harða skallan á ??lavi
Thomsen, sum stútar hann í trolmeskarnar oman ímóti víkini. Haldor Holm skal hava
sagt, at hetta var flottasta málið, hann hevði sæð á ævini. Tað kom monnum væl
við, at tað var ein hálvur gøtumaður, sonur Andreas, sum gav dønum eitt
skammfíl í lakkið hendan dagin. Í okkara tíð er fótbóltur vorðin so komplexur
ástøðiliga, at ein skilir næstan ikki hesar klóku analýsurnar, har menn í
vørpum royna at greina, hví hetta ymiska nú hendi. Teir siga frá Karl Gudmundi,
sum annars var væl umtóktur í Eysturoynni eisini, serliga tí hann hevði ein so
harðan skalla og megnaði at gúppa longri enn teir flestu, at fyri hann var
spælið ikki so teoretiskt skipað. Í Djúpumýru setti hann bara ferð á úr egnum
brotsteigi, framvið síðulinjuni í høgra borði sprintandi, og tá hann var komin
niðan á hálva dansistovuna, ta gomlu, har hevði hann eitt ýti, tá smekkaði hann
bóltin innfyri, og so var bara eftir at vóna, at Steinbjørn, ella John Sigurð ???
lítli John, sum Niels Juel rópti hann - ella Páll Sigmund vóru í feltinum til ta
endaligu avrættingina av mótstøðuliðnum.
Kappróðurin hevur riðið á einum aldukambi her
norðuri í mong ár, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Í nógv ár treivst
Klaksvíkingurin sum aftasta farið í konvoyuni, um hann yvirhøvur tók lut í
róðrinum. Tað gav at bíta eina ??lavsvøku, tá KÍ leikti ímóti B36 ólavsvøkudag.
Kappróðurin hevði verið dagin fyri, ólavsvøkuaftan. Tá varð róð inn á Vestaru
vág. Ídni B36 viðhaldsmaðurin Mouritz Snús stendur ímillum norðingarnar, og
fegnast av heilum hjarta, tá B36 leggur seg á odda. Seinri fáa teir eitt mál
afturat. 2-0 og hálvleikur. KÍ skorar beinanvegin í øðrum hálvleiki, teir javna
síðani til 2-2, og tá Steinbjørn, við einum fiksum trekki, leggur KÍ á odda
3-2, kemur øði í grindina. Teir arbeiða uppá hann, norðingarnir, og hann gerst
bara mælskari og illari sum frálíður, og bráðliga rýmir hann ilskur frá teimum,
teir rópa aftaná hann, hvagar hann fer. Tá svaraði hann prompte: ???Nei, hesum
cirkussinum vil eg ikki vera partur av meira, nú fari eg at ragga mær oman í
Vágsbotn fyri at vita, um Klaksvíkingurin umsíðir er komin á mál !???
Bøkur upp í leypar eru skrivaðar um KÍ.
John Reid Bjartalíð og Árni Dahl hava dokumenterað og reist felagnum ein
prýðiligan varða. ??r hesum ber onkursvegna til at resonera, at tríggjar bylgjur
hava verið avgerandi fyri bóltleikin her norðuri. Tá Sniolvur Jacobsen, á
Dalinum, kom eitt rend heimaftur av flatlondum, gjørdist formaður í KÍ eitt
skifti, og lærdi klaksvíkingar at spæla heldur enn at sparka bólt. Onnur
bylgjan er, tá Sofus Mikkelsen, í Heimistovu, eftir at hava fingið sær
útbúgving í ravmagnsfrøði og leikt við B93 á flatlondum, kemur heimaftur, og
lyftur leikin upp á eitt uppaftur hægri stig. Triðja bylgjan kemur við
Zachariasi á Reyðhúsi og Mouritzi hjá Oyra-Kristoffuri hjá Gøtu-Jákupi. Hartil
skal sjálvandi leggjast øll søgan um 66-liðið, sum teir siga var serliga ávirkað
av skotanum Mc. Caig, ið kom til Klaksvíkar við einum skotskum togara, og var
venjari her í nakrar vikur. Serliga Steinbjørn og Magnus Kjælnes fingu partar
av sínari kálvføðing frá hesum skotska fýrinum. Sum John Reid skrivar til ÍSF: ???Á
Skotlandsferðini fingu vit rættuliga ???smakk??? uppá at hava ein virkuligan
venjara og leiðara í fótbólti og í øllum sum fótbólti hoyrir til ??? vit koma at
leingjast eftir Mc. Caig.???
Annars skal tað ikki undirmetast, tað sum
leikarin sjálvur leggur afturat sínum evnum í heimliga umhvørvinum. Nevndi fyri
10 árum síðani, at kanska er Jóannes á Uppsølum ein tann besti
fótbóltsleikarin, sum hevur verið í Klaksvík nakrantíð. Kynstrið, teknikkin og
serligu vippingarnar við fótablaðnum lærdi hann seg á óvitaárum við einum noða
av skipstroyggjutógvi, sum hann við mesta inniligleika og kærleika til spælið
syfti upp og niður um bitarnar í roykstovuni hjá Hentsu, av vinstra yvir á
høgra fótablað og øvut. Bara soleiðis fært tú bóltsnillingar av heilt serligum
kalibri, spyr bara brasilianar ella Johann Cruyff, sum sigur, at ætlar tú at
gerast ein raffineraður teknikkari, so er hetta einasti hátturin, Cruyff royndi
tað sjálvur í skýmaskotunum og í onkrari ghetto í Amsterdam sum smádrongur,
helst besti fótbóltsleikarin í heimi nakrantíð.
Á sumri 1968 hitti eg klaksvíkingarnar
aftur. Gulu skótarnir á eystara armi á Skálafjørðinum, í liði Grími Kambans,
gjørdu ferðalag saman við skótaliði Nólsoyar Páls. Í eina viku baldust vit í
Sandoynni. Hetta var um tað mundið, at kendasti ella mest umrøddi samanstoytur
í søgu okkara hendi uttan fyri Molan í Havn. Ritan og Ternan brustu saman,
Kjartan Hoydal yrkti Ritukvæði, sum Harkaliðið forævigaði, og tí átók Fríðrikur
á Másanum sær av tí at seta okkum um Skopunarfjørð. Finn hjá Dykkaranum og
Hanus hjá Karsteni í Svínoy vóru oddvitar. Manne hjá Símuni hjá Turið og Jón
Tóri, tað er bara ein Jón Tóri, Sigurðsson, stóðu fyri hinum gastronomiska
segmentinum. Kókaðu upp í rúgvur av knettum í lítla køksklivanum í skúlanum.
Knettið er annars, sambært Jóan Paula, fólkalívsfrøðingi, einasti lutur, sum
føroyingar hava latið til heimscivilisatiónina. Fyrstu tríggjar dagarnar var
himmalsins ódnarveður, ódn, orkan, og av berari og blektaðari neyð fingu vit
innivist í gamla skúlanum heima á Sandi, meðan tjøld og amboð flugu um
húsatekjurnar. Tað sá onki út, men hann makaði vindin aftur, og samanumtikið
gjørdist hetta ein ógloymandi túrur. Burturúr hesum komu nøkur bond, ið hava
hildið heilt fram í okkara tíð. Hitti fleiri teirra aftur á útbúgvingarrásini ???
í Hoydølum. Jóannes, Høgni, Søren, Oliver, Ásmundur og fleiri. Tak meg ikki í
tí, men eg meini at býarmyndin, hin karismatiski Eliesar hjá Joe, var við í
ferðini, í hvussu er var hann ein sjálvsagdur partur av hesi gulu armé´ini úr
Klaksvík. Á Sjómansskúlanum var lokalpatriotiski konsistensurin uppaftur
magnfylri. Av átta næmingum vóru fýra teirra Hanus hjá Nornas, Per hjá Jóhann í
Tjørnuvík, Jákup Dion hjá Ova á Hædd og ikki at gloyma skyldmannin Dánjal hjá
Kemma. Katrina og omma vóru systkinabørn.
Tær eru ikki so fáar, ferðirnar man er
farin inn og út av vánni og pollinum. Við skipi. Var nakrar túrar við
Sjúrðarbergi í sjeytiárunum og seinri við byrðingum eftir fiskalastum á Kósini
og hinumegin vánna undir Norðborg og Dávavirkinum. Ein øgiligur aktivitetur,
Urbanus og John William, senior, vóru í vælmaktini. Har hitti man mangar
fróðligar menn - yngri og eldri. Hevði lagt merki til, at var miðvikudagur, so
møtti tann eini lossingarmaðurin ikki eftir døgverða kl. 1, hann kom ikki fyrr
enn tímin var farin av tvey. Tað var kendi bassspælarin Niels í Horni, og hinir
søgdu mær, at hann og John William høvdu gjørt ein sersáttmála um hetta, tí tað
var so serliga umráðandi hjá Nielsi, at hann sum tónleikari hoyrdi
kvøðuljómarnar til sjófólkið, tað ráddi um at tevja musisku tíðarrákini, skuldi
tað hilnast í dansinum í Atlantis Bio vikuskiftiskvøldini.
???Civis Romanus
sum?????? eg eri rómverji, soleiðis tóku teir til fyri tveimum ártúsundum síðani,
og øll hava hoyrt um gitnu orðini hjá Kennedy forseta ???Ich bin ein Berliner.???
Beri kenslu á so mangar klaksvíkingar, ið hava ríkað mínar løtur bæði mikið og
væl, at eg næstan kann siga: ???Eg eri klaksvíkingur !??? Í hini nú farnu politisku
epokuni, fyri mítt viðkomandi, kom eg at kenna fleiri av umboðum tykkara
serliga væl, hóast rákið í tí høpinum kundi ganga sum sinuskurvarnar í
streymtalvuni hjá Fischeri. Serliga hesin dagurin, Sjómannadagurin 2008, tá
nakrir klaksvíkingar í opnum brævi, við navns nevnilsi, hóttu við báli og
brandi, um eg kom norður at røða fyri teimum. Danska løgreglan í Føroyum slerdi
uppá tráðin, áðrenn eg fór heiman, teir kundu ikki veita mær neyðugu trygdina,
um eg valdi at fara norður. Tað er í lagi, varð svarað, eg kenni
klaksvíkingarnar, og skuldi tað verið neyðugt, sum eg ikki vænti, tá taki eg ábyrdina
av mær sjálvum. Komin norður á Stengurnar, í útriðini av røðarapallinum, síggi
eg í krúllin á Kristian Martini í Grótinum, hann stevnir við beinari kós ímóti
mær, og hóast als ongin ófriður og ótryggleiki var norðuri á Stongunum hendan
dagin, so gav hann mær onkursvegna somu kensluna sum lívverjar geva ráðharrum í
øðrum londum. Ein slíkur skilamaður finst ikki undir hvørjum steini, og tað
gekk sum eftir ánni, hóast sjónarmiðini vóru ymisk á fiskivinnupolitiska økinum
hjá ráðharranum og fleiri teirra, sum møttir vóru til hetta fína átakið sum
Sjómannadagurin er.
Á Vaglinum høvdu
vit manga góða løtuna. Finnbogi, Heini, Eyðgunn, Vilhelm, Rúna, Eyðun, Karsten,
Annfinn og Jógvan við Keldu. Politiska natúrtalentið og flogvitið Finnbogi var
góður í ráðum. Á einum veljarafundi norðuri á Nesi sat hann sum blaðungur
áhoyrari ímillum tveir skyldmenn haðani norðan. Tá orð ókst av orði á pallinum,
tað kundi ganga harðliga fyri seg tá á døgum, teskar annar skyldmaðurin í oyra
hansara: ???Nú kennir tú teg lítlan???? og Ísakson svaraði: ???Ja, nú kenni eg meg satt
at siga sum eitt 10-oyra ímillum tvey 5 oyru!??? Tit minnast tey stóru morreyðu
fimmoyruni og tey minnu blonku 10-oyruni. Eitt kvøldið fundur var í
tingbólkinum, fóru vit at spjalla um tey bæði árini abbi mín var skipari við
???Haffarinum??? hjá Jóan Jakku á Viðareiði, hann og Billu Jógvan kappaðust um,
hvør skuldi føra tær størstu lastirnar inn á vánna í 1919 og 20. Finnbogi helt,
at Jógvan lá omaná, men tá sigi eg við hann, at hetta samsvarar ikki við
statistikkin hjá Símuni í ???Havið og Vit???, tá helt hann fyri, at Símun J. Hansen
mundi hava gjørt ein roknifeil, og so smírdist hann speiskliga. Hin vitugi
Vilhelm hjá Bethuel, var ikki sørari, flestu klaksvíkingar minnast valfundin í
KÍ-høllini, júst um tað mundið, tá javnaðarmenn lógu í innanhýsisstríði, í
tveimum fylkingum, á Tvøroyri. Aðrir flokkar royndu líkasum at miskreditera
Javnaðarflokkin her norðuri við at vísa til orrustuna har suðuri. Nú fær
Vilhelm orðið, og fynduga smashar hann alt upp í látur, tá hann sigur: ???Eg havi
ímorgun frætt, at javnaðarlegendan Sverri Midjord hevur eitt bein í hvørjum
leiri suðuri á Tvøroyri, og so mikið veit eg, at tá kann tað av góðum grundum ikki
vera langt ímillum partarnar.??? Gloymi heldur ongantíð, tá Jógvan við Keldu, sum
landsstýrismaður, svaraði mær einum fyrispurningi soleiðis: ???Tórbjørn Jacobsen
er tann einasti føroyingurin eg kenni, sum er so í ørviti og sjáldsamur, at
hann hevði kunnað funnið uppá at leypa úr einum flogfari við ongum fallskíggja.???
Nú fekk eg ikki
stundir til mentanina, hon spríkir úr hvørjari sprekku her norðuri á øllum
mótum, og ein sum veruliga hevur spaðað til á hesum økinum, og sum hevur givið
ikki-etniskum norðingum eina lýsing av tí vanliga lívinum her norðuri, umvegis
stórar originalar sum Mallus og ??la Jákup Express, er maðurin, ið á sinni yrkti
um hesar menninar, sum elska mold. Líggjas í Bø. Aftur nú aktuellur við
Jústa-ættini og øðrum Viðareiðissøgum. Maðurin er tikin úr leikum sum
skribentur, og takk fái Líggjas, at hann leggur hetta fram so snøggliga, annars
var hetta, sum so mangt annað, farið inn í frumtokuni og haðani sást tað
ongantíð aftur. Hetta er gerandisdagurin, dagurin hjá tí vanliga manninum, eitt
søguligt klípi, eitt søguligt sjónarhorn, sum fær okkum at skilja samfelagið
undan okkum mikið meira enn annars.
Í kirkjum og
samkomum taka teir bønirnar upp í saman aftur. So frægur er mergurin. Tá Axel
Tórgarð einaferð prædikaði í Vestmanna og í Kvívík sama dag, tveir tímar
ímillum, og loyvdi sær at flyta fram ta somu prædikuna í báðum støðum, var hann
so óheppin, at ein vestmenningur hevði leitað sær í kirkju í Kvívík eisini. Hesin
nevndi hetta við Axel, sum svaraði: ???Ja, tað skal tú bara vita, eg eri ikki ein
maður, sum sigur eitt í dag og eitt annað ímorgin.??? Soleiðis fari eg í
undantaksføri at endurtaka meg sjálvum í tíggju ára afturhvarvi.
Pápi Einar Már
Guðmundsson var hýruvognsførari í Reykjavík, og so lítið helt hann um fyrstu
skaldsøguna hjá soninum "Riddarar hringstigans",
at hann helt best vera, at Márurin fekk sær licens sum bilstjóri í hýruvogni.
Hann var ikki álvuligur við, at ein spískaður blýantur kundi breyðføða ein
vaksnan mann dastið av lívinum. Debutin við fyrstu romanini styrkti hann ikki í
trúnni. Einar var annars beitingar- og útróðrarmaður í Klaksvík í sjeytiárunum.
Seinri er hann vorðin ein tann gitnasti høvundurin í Norðurlondum og hevur
fingið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.
Einar Már og Tóroddur Poulsen,
yrkjari, bohémur, tofta- & havnarmaður, maðurin sum fekk Mentanarvirðisløn
landsins frá Birni Kalsø, í Spaniastovu, eftir at yrkjarin hevði hótt við at
royta bøllingarnar undan honum, hittust á eini café í Keypmannahavn fyri nøkrum
árum síðani. Teir spjallaðu um mangt og mikið. Aftur og fram. Síðani fall tosið
inn á spurningin um Norðurlond ikki áttu at fingið sær ein felags høvuðstað,
ein savnandi metropol, sum kundi standa upp ímóti og mát við aðrar stórbýir úti
í heimi. Tóroddur helt Havnina, Nuuk og Reykjavík vera ov smáar í hesum høpi,
men kundi ikki rættiliga taka støðu til, um tað skuldi verða Oslo, Stokkhólmur,
Helsingfors ella Keypmannahavn. Einar Már lat seg ikki tøla tíansheldur sannføra
av hesum føroyska stórbýarkomplexinum, og síðani segði hann tey kendu og legendarisku
orðini: ???Tað finst bara ein býur í øllum Norðurlondum, har sum alt er, sum ongar
aðrastaðir er. Og tað er í Klaksvík. Fara vit nakrantíð at semjast um ein
høvuðsstað fyri Norðurlond, so er mítt besta og einasta boð, at tað verður
Klaksvík!???
Takk fyri at tit lýddu á, takk fyri
at eg varð boðin higar og hugnið tykkum nú áfram tað sum eftir er av
Norðoyastevnuni. Mátti byrurin verið tykkum blíður í ókomnum døgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald