2020-04-19 10:01

Sørvágs Kommuna betrar áhaldandi um umstøðurnar hjá útróðrarmonnunum. Í Sørvági eru bátabrúgvarnar skiftar í fjør, nú hava teir sett ein krana upp, soleiðis at útróðrarmennirnir alla tíð á døgninum kunnu hiva veiðuna í land.
Kranin er settur upp í farnu viku, kranin er keyptur frá Vestmek, eisini hevur Vestmek sett kranan upp.
Samlaði kostnaðurin av krananum við uppsetan liggur um kr. 260.000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald