JN

Soleiðis hjálpir Betri Banki kundunum

...

2020-03-17 16:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum fráboðað setir bankin serlig átøk í verk at hjálpa kundum, sum fáa trupulleikar við gjaldføri orsakað av avleiðingunum av koronavirusi.Hesi eru átøkini:


  • Privatkundar kunnu fáa rentu- og avdráttarskáa í upp til 6 mánaðir
  • Vinnukundar kunnu fáa avdráttarskáa í upp til 6 mánaðir
  • Komandi 6 mánaðirnar tekur bankin ikki gjald fyri skáar ella gjaldførislán til privatkundar
  • Fráboðaðu hækkingarnar á útlánsrentum til bæði privat- og vinnukundar verða útsettar í 6 mánaðar
  • Smærri vinnukundar (vinnulig innlán minni enn 750.000 kr.) sleppa undan negativum innlánsrentum
  • Rentulækkingar á bústaðarlánum og orkuvinarligum lánum verða framdar sum áður fráboðað (lækkaðar til ávikavist 2,75% og 2,25%)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder