Politikkur

Soleiðis forða vit fleiri Glasir gølum

...

2019-07-20 09:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nógv er talað og skrivað um byggigøluna á Glasir. Men eingin tykist hava áhuga fyri, hvussu vit fyribyrgja, at slíkar byggigølur ikki endurtaka seg.

Tá Landsverk (hereftir: LV) fekk ábyrgd av almennari bygging, var tað fyri at fyribyrgja, at hvørt aðalráð ikki hevði egna tekniska umsiting.

Gott hugskot, tí sjálvsagt skal hvørt aðalráð ikki hava tekniska umsiting.

Men LV skuldi ikki farið í kapping við privatu vinnuna.

Og tó: júst tað hendi: LV fór sjálvt undir prosjekt- og byggileiðslu.

Slíkar uppgávur krevja tíð, servitan og ikki minst hollar royndir at meistra.

Tær eiga at verða útinntar av privatari serfrøði, sum skikkur er í bygging kring allan heim.

Ríkiligt av hesi ekspertisu er í Føroyum.

Í staðin fyri at vera samskipari og ráðgevi í almennum byggimálum valdi LV sjálvt at standa fyri eini av størstu almennu byggiverkætlanum í Føroya søgu.

Glasir-málið er gott dømi, hvussu tað altíð ræður um at hava greitt ábyrgdarbýti, so eingin ivi er, hvør hevur endaligu ábyrgdina.

Sami myndugleiki kann ikki hava 3-dupultan leiklut sum byggiharri, projekt- og byggileiðari og omaná hava eftirlit við sær sjálvum.

Hetta ber ikki til, og tað er óskiljandi, at tað hevur hildið fram so leingi, uttan at nakar hevur steðgað tí.

Eingin fíggjarskipan hevði kunnað steðga byggigøluni á Glasir.

Glasir fór av sporinum, tí politiski myndugleikin og LV ikki megnaðu sína uppgávu.

Prosjektið varð alt ov illa fyrireikað og fór í gongd undir heilt skeivum fortreytum.

Ábyrgdarbýtið var eisini ógreitt frá byrjan.

??ll í byggivinnuni vistu, at uppskotið hjá BIG ikki kundi gerast fyri ásetta kostnaðin.

Fleiri við skili fyri hesum ávaraðu LV.

Men heldur enn at steðga, meðan leikur var góður, ella gera nýtt uppskot, sum passaði til pengarnar, valdi LV at lata verkætlanina halda á og vónaði eftir øllum at døma, at málið loysti seg sjálvt.

Í framtíðar byggiætlanum ræður alt um:

??? at almenn byggiprosjekt verða væl fyrireikað, áðrenn arbeiðið verður útboðið, og at gjørd verður neyv og realistisk kostnaðarmetan

??? at broytingar í verkætlanini ikki verða gjørdar og bert kunnu umbiðjast av byggiharranum, sum er viðkomandi aðalráð. Broytingar kunnu ikki setast í verk, fyrr enn meirkostnaðurin er játtaður

??? at uppgávurnar við prosjektering, prosjekteringsleiðslu, prosjektuppfylging, prosjektleiðsla, byggileiðsla og eftirlit verða útinnt av privatum ráðgevum, sum hava serfrøði á hesum øki

??? at byggiharrin, sum er viðkomandi aðalráð, verður beinleiðis partur av byggiorganisatiónini, sum stendur fyri byggimálinum og luttekur á byggifundum v.m.

??? at LV bert virkar sum tekniskur ráðgevi hjá byggiharranum, og keypir vørur og tænastur til almennar byggiverkætlanir

Christian Andreasen
valevni hjá Fólkaflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder