Mentan

S??LARRIS VA 226

...

2018-04-22 21:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jóhannes Haraldsen skrivaði í nógv ár N??R VAR TAÐ? í Dimmalætting - hann skrivaði hósdagin 12 september 1991 um Sólarris.

18. august: 

S??LARRIS minuspreingist undir Íslandi. Fimm menn sjólátast. - Týsk loftálop á Moskva. - Týskararnir royna at steingja fyri russunum líka frá Svartahavinum av. - Týska radio í tí hersetta Belgrad sendir á fyrsta sinni sangin "Lili Marleen" fyri týsku hermegini í Afriku.

Á MIDNÁTT makaði vindurin. Toluligt sýnið. Land sást ikki. Petur á Steig skipari fer at tørna inn og biður bestamannin Jóhan Johansen, verfaðir sín, sum hevði hundavaktina fara at sigla klokkan 2.

Klokkkan tvey hesa mánanátt verður so siglt okkurt um ein tíma.

Klokkan trý køvir hann aftur av í mjørka. Teir leggja stilt at bíða eftir dagslýsi.

Tá dagslýsið kemur, er toluliga klárt, men land sæst ikki.

Klokkan 5 henda mánamorgunin varð aftur farið at sigla. Skiparin stýrdi. Tveir mans standa frammi á bógnum og kaga fram fyri stavn at vita, um teir síggja land, skip ella annað í sjónum. Fýra menn svóvu har afturi, og maskinmeistarin Gudmunnd Gudmundssen var beint tá farin niður í maskinrúmið at hyggja eftir motorinum.

Klokkkan 6 tá kemur ein ræðuligur hvøkkur á skipið av eini spreinging. Fýra manns lógu og svóvu. tveir av teimum vóru longu uppi í stýrhúsinum við brestin.

Tá 24-ára gamli Alfred Jacobsen vaknaði av brestinum, leyp úr koyggjuni og upp í stýrhúsið - og tá er forskipið longu hvorvið - púra vekk! Petur á Steig stóð framvegis við róðrið.

- "Hví fert tú ikki út?" spyr Alfred svágurin.

"Eg sleppi ikki út" svarar Petur.

So fer Alfred móti hurðini, sum bara gekk út á øðrum borðinum, tí tað var betongað rundan um stýrhúsið og stýriborðshurðin var tillokað. So fer Alfred til hurðina og hann sleppur so dánt út ímillum. Petur fer so beinanvegin aftaná Alfredi, men hann var í yviralsjakka og kom fastur í lásið, tí tað var so trongt at sleppa út ímillum Tá ið báðir eru útslopnir, koma teir beinleiðis út í tann bláan sjógv og upp undir akkersketuna, sum liggur afturav stýrhúsinum tvørturum bummin. Petur og Alfred leggja seg so at svimja beinleiðis av skipinum. Tungt var hjá Peturi at svimja og lítið leið eftir. Hetta helt hann vera løgið og sansaði ikki, at hann svam í tungum leðurgaggum Hóast alt kemur Petur fyrstur upp á flakan ið lá okkurt um 25 metrar frá.

Hetta var ein tunnuflaki, sum eg sjálvur havi sæð 9-ára gamal. Tann eini "Flakamaðurin" Dávur Magnussen gjørdi flakan, sum hann sjálvur bjargast á henda minniliga mánamorgun.

Eg sá flakan við Svartahjall norðanfyri smiðjuna - eini 15 - 20 metrar hiðani frá, sum  hesi orð verða fest á blað. Flakin var lítil. Gjørdur av átta tunnum, fýra í neðra og fýra í erva og so stuttur, at "Flakamennirnir" noyddust at hava beinini dinglandi langt útav, tá teir sótu á honum.

Tríggir bjarga sær uppá flakan: Petur á Steig, Alfred hjá Andreu og Dávur hjá Lisu - allir sandavágsmenn.

Teir síggja einki til bátarnar á S??LARRISI, harav annar stóð bundin á dekkinum. Men hin stóð jú leysur og mátti komið upp. Men har kom eingin bátur upp. Har vóru bara tunnur, skotfjalar og aðrir rekar.

Flakin flýtur. Men tað er eisini alt. Ferð fáa teir onga á hann, tí einki er at rógva við. Fýrakantaður er hann aftrat. Einki bátaskapilsi. Teir fáa hendur á nakrar fjalir frá vrakinum, sum teir reka fram á - skottfjalir frá lastini, sum vóru brúktar til at skotta upp við til skilarúm, krubbur o.a. Eisini fáa teir hendur á ein stubba av einum deksplanka við nagla í. Veðrið var gott allan dagin.

Hetta mánakvøldið kemur ein rættiligur landnyðringsstormur við oysandi regni.

Skiparin var í styvlum sá hann, og tó hevi hann havt so tungt við at svimja. Alfred og Dávur á leistum. Petur og Dávur vóru í troyggju, men Alfred var hvíttklæddur. Petur hevði yviralsjakka umframt troyggju, so hann læt seg úr jakkanum so Alfret fekk jakkan.

Teir blivu svangir og tóku mattangan upp. Har var keks í, men hol var komið á tangan tá skipið fórst, og tí var maturin vátur av sjógvi Teir ótu, men spýðu keksið uppaftur so hvørt, sum teir ótu tað. Og sum vera man, elur salt fram tosta.

Teir, ið fórust við S??LARRIS vóru:

Poul A. Djurhuus motorparrari, Vestmanna 60-ára gamal (føddur 1. januar 1881)

Jóhan Johansen, vanliga nevndur Jóhan á Mýruni, bestimaður úr Sandavági, 57-ára gamal (føddur 15. mai 1884). Hann var verfaðir Petur á Steig og Alfred Jacobsen.

Gudmund Gudmundsen, vanliga nevndur Guddi, motorpassari, Sandavágur, 27-ára gamal (føddur 13 oktober 1913)

John Petersen Sandavági, 27-ára gamal (føddur 1. januar 1914). Hann hevði fingið sær ein minkagarð eystanfyri húsini á Steigini og var systkinnabarn Arnold (hjá Kallu), ið doyði av hjartaslag umborð á FRAM tann 4. februar, tá hann var á Vestmanna og riggaði til.

Hans Simonsen 44-ára gamal (føddur 29. mai 1897) Eitt av hesum fittliga manni, sum aldri fer mær úr minni, var ta ferðina tá ið fosturmóðir sendi meg út á Bakka at keypa eini tveir fiskar. Eg fór so út á Hjalmarsar brúgv, har nakrir stóðu og kruvdu. Eg segði við teir at eg skuldi keypa fisk fyri "hesar pengarnar" Hans tók spannina og fylti hana við roka - nógv meira enn fyri pengarnar. Umframt tað vildi hann ongar pengar hava fyri fiskin. Hetta er, sum eg aldri gloymi.

19. august:

Sandavágsskipið HEYKUR álopið av týskum flúgvara. - HENRY FREEMAN fer framvið "flakamonnunum". - Týskarar hava tikið alt økið eystan fyri Dnjerpr.

"Flakamennirnir":

Hesa týsnáttina lættir mjørkin eitt sindur í á midnátt, og teir síggja nú, at teir eru sunnanvert Norðfjarðarhornið, okkurt um hálvfjórðing úr landi.

Fyrrapartin út á týsdagin minkar vindurin.

Á middegi klárnar í. Teir síggja eitt føroyskt skip. Men skipið sær ikki teir.

Seinni síggja teir segl - skip, merkt VA - vágaskip. Nummar 10 - Henry Freeman - Sandavágsskip. Ein heilsan heimanfrá.

Mennirnir á flakanum rópa, men eingin maður sæst á dekkinum. Ein maður kemur út úr stýrhúsinum, fer so innaftur, kemur skjótt útaftur og - fer at hyggja eftir logginum.

Aftur sveiar seg tann køvandi mjørki rundan um teir. Hetta týskvøldið ætlaðu teir at senda neyðrakettir upp, men mjørki var eisini tá.

20. august:

"Flakamennirnir" reka framvegis fyri vág og vind. - Kommunistaflokkurin í Danmark "Danmarks kommunistiske Parti forboðin - Grimdarbardagur um brúgvarhøvdini í Dnjepr.

Flakamennirnir fanga kóp:

Hesa mikunáttina eru øll huld í myrkri og tokukleimi fyri teimum trimum á flakanum. Og toka virkar køvandi og svøvnlig. Svøvnur kemur á Alfred og hann sovnar.

Móti degi vaknar hann aftur vælsvøntur og spinnfrískur. Tokan lættir í og verður hetta ein sólskins-mikudagur við stilli. Men nú vóru teir riknir langt til havs, okkurt um sjey fjórðingar úr landi.

Við seyminum í plankastabbanum gera teir - a la Robinson Kruso - tvær árar og fara at rógva. *Teir síggja at flakin kvinkar tann vegin teir rógva.

Tveir tímar seinni síggja teir væl, hvussu fram gongur, tí ein tóm tunna, sum fleyt eftir, tá S??LARRIS sakk. hevur fylgt við teimuum alla tíðina við sama boði ímillum sín, men nú er hon heilt lág at síggja á sjónum.

Sólin kemur nakað upp á luftina og heitt er. Tostin versnar av róðrinum.

Klokkan 1 seinnapartin síggja teir ein kóp tætt hjá flakanum. Dávur og Petur bríksla eftir honum til tess at ala kópin til sín, men hann kemur bara upp viðhvørt, so er hann burtur aftur. Einaferð tá hann kemur uppaftur, fer Alfred at bríksla. Hetta tónalagið dámar kópinum betri, tí hann kemur líka at borði.

Ein teirra ið hevði sitið klárur við árini, reiggjar til so kópurin steindoyr. Knappir taka teir í hann, fáa hann upp og seta á hann við seyminum og drekka blóð. Restina tappað teir í eitt rakettlok. Teir høvdu jú hvørki leska vátt ella túrt í 54 tímar, so hetta gagnaðist væl.

Gamalt var at lova olmussu í neyðstøðu. Tað hava hesir eisini gjørt. Skiparin, Petur á Steig, sum var trúgvandi maður, bað so bønliga, hóast tungt var at hava mist fimm mans, at teir tríggir skuldu verða bjargaðir og koma heim aftur til familjuna og so framvegis. Og teir lovaðu burtur olmussu til eina einkju, at teir skuldu hjálpa henni við onkrum um teir vóru bjargaðir. Og tað gjørdu teir síðani.

Hetta mikukvøldið reistist ein mjørkabrúgv úti á havinum og teir dríva á við at rógva.

21. august:

Flakamennirnir bjargaðir. - D. Jacobsen Svínoy druknar við brúnna í Klaksvík 35-ára gamal.

Teir á flakanum bjargast í maskinbát:

Flakamenninir rógva alla hesa hósnáttina á tamb. Náttin svørt og illslig. Landnyðringslot við mjørka. Tokan slevar kalt sirm úr sær.

Teir skiftast at rógva í tjúgu minuttir hvør. Tíggju minuttir hava teir frívakt og sita fyri einki.

Tá tað lýsir fyri hósdegnum koma teir útsuður úr Pappoyggj. Har kemur ein maskinbátur framvið flakanum.

Teir rógva allan fyrrapartin og síggja nú fleiri størri og minni bátar. Menninir á flakanum rópa, veipa og veittra, men til fánýtis. Petur á Steig letur seg tá úr troyggjuni og veipar við henni. Tá ber til.

Bátsmanningin er Sigurður Ivarson formaður, Jón Sigurðssoon og Albert Stefánsson úr Djúpavági í Íslandi, sum eru á útróðri.

So sigur Albert einaferð: "Hvat er hatta ið eg síggi?" Teir hyggja og síggja kvat tað er.

"Kvetti línuna, hinir gomlu - rópar bátsformaðurin, "Hatta munnu vera menn í neyðum staddir"

Nú veittrar ein av bátsmonnunum til flakamenninar, og teir kvetta línuna og seta flot á endan og sigla út til flakan. Báturin er skjótt hjá teimum og teir síggja nú triggjar menn á einum rekandi flaka og eitt træsprek við einum sekstumma-nagla í. Tað høvdu teir brúkt til - kópaveiðuna.

So fara sandavágsmenninir í bátin. Komnir í bátin tekur Petur á Steig um hálsin á bátsformanninum - Sugurði Ivarssoni og kyssir hann.

Formaðurin spyr, um hann skal føra teir til lands beinanvegin og rýma frá línuni.

- Nei, svara teir - tú skalt draga línuna. Teir hava jú sitið so leingi við lítlari og ongari vón. Nú var lagað manni at sita.

Klokkan 6 hetta gleðiliga hóskvøldið koma teir inn á Djúpavág á Berufirðinum. Heimafólkið á Djúpavági, ið sá teir fara til útróðrar tríggjar á bati, sær nú til sína undran bátin koma aftur av útróðri við seks monnum. Íslendarar skunda sær út at bryggjuna, har teir leggja at, at vita hvussu vorðið er. Á Djúpavági verða teir væl móttiknir og búgva hjá Sigurði Ivarssoni bátsformanninum, meðan tann triði gisti hjá læknanum.

23. august:

Ein bjargaður av S??LARRIS fyllir hálvrunt:

Tann eini maðurin á flakanum frá S??LARRIS - Alfred Jacobsen fylti 25 ár henda leygardagin. Eina heila fjórðingsøld - Okk ja, so gongur tíðin. Annars er frá hinum flakamonnunum at siga, at eftir at teir vóru komnir til Djúpavágs, varð Dávur Magnussen og Petur á Steig fluttir á sjúkrahúsið í Seyðisfirði, síðani fara teir heim á hospitalið í Havn.

Sjálvur fór Alfred heim við sandavágsskipinum HENRY FREEMAN ið hevði siglt framvið flakanum uttan at gruna nakað.

Eingin visti nakað fyrrenn Alfred var heimkomin til Sandavágs. Um náttina bankaði Alfred uppá heima við hús og Solveig /kona hansara valdi ikki at trúgva sínum egnu eygum - at tað var HANN ið stóð á trappuni og bankaði uppá, tá hon kom í vindeygað.

Nakað eftir hetta, í hoyna, fór eg við fosturmóðir onkustaðni - helst í hoyggj. Tá vit vóru komin til har, sum vegurin sneiðir niðan móti gomlu losju norður á Giljatrøðna, møttu vit eini gamlari konu sum æt Jacobina og sum búði hjá Skúvoyar Tummasi. Tær báar fóru at práta og tað tímdi eg ikki at lurta eftir, men Jacobina sá so syrgin út. Tá vit aftur fóru til gongu, fekk eg frá fosturmóðir at vita, at tað var eitt syrgiligt skil tí Jacobina hevði sagt, at S??LARRIS  var farin til botns. Og ein kona, sum átti eitt hálvt ára gamalt barn, var nú blivin einkja.

Tá kom eg at hugsa um tann blíða mannin, ið hevði "selt" mær fisk uppí rokafulla spann fyri einki til fosturmóður. Nú var hann farin burtur.

Eg hevði eisini verið inni hjá konu hansara, sum plagdi at ganga inn til mammu mína meðan hon livdi. Har stóð vøggan við barninum, sum hevði mist pápan. Vøggan stóð suður-norð á køksgólvinum tætt við komfýrin.

"N?? - segði konan sum átti barnið, hvat dámar tær, er hon ikki stór? - Er hon ikki størri enn tað hjá Fanny?"

"Tað veit eg ikki svaraði eg, men eg haldi, at hetta barnið er nakað langt"

Tá grein konan.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder