Sambært hesum uppskotinum skulu ung í aldrinum 14 til 34 ár fáa møguleika, at seta eina uppsparingskonto á stovn til keyp av bústaði. Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá ungum, at spara upp og fyrireika seg til at keypa sín fyrsta bústað.
Í skipanini verður møguleiki, at seta upp til 25.000 krónur inn á kontuna um árið. Tað serliga við hesi kontuni er, at 20% av upphæddini, sum verður sett inn, kann dragast frá í skattinum. Hetta merkir, at tann, sum sparir upp, fær ein fíggjarligan fyrimun, og tí verður uppsparingin meira virðismikil.
Ein uppsparingskonto sum henda kann eisini læra ung, at hugsa um fíggjarstýring og langtíðar uppsparing. Tá ein byrjar at spara tíðliga, verður lættari at náa málinum, um at keypa ein bústað.
Samanumtikið kann uppskotið í valskránni hjá Miðflokkurin, vera eitt stig til at hjálpa ungum inn á bústaðarmarknaðin. Við skattafyrimuninum og møguleikanum at spara regluliga upp, kann skipanin gera tað meira veruligt hjá ungum, at keypa sín egna bústað í framtíðini.
Vinjard Johansen
Miðflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald