Politikkur

Søla av fiskirættindum, ongin trupulleiki

...

2019-02-23 21:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggja lógin, ???løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi???, setur karmar um niðurlaging av føroysku fiskivinnuni - eina niðurlaging, sum longu er byrjað.

Lógin er ógreið, fløkjaslig og trupul at fyrisita. Umframt tað, skapar hon stórar trupulleikar í vinnuni. Uppboðssøla, menningarkvotur og tilvildarlig umsiting skapar eina óvissu sum ger, at ongi nýggj skip verða bygd, hóast ætlanir vóru um tað fyri árum síðani.

??rslitið kundi neyvan verða ørvísi, tí tey sum gjørdu lógina, lurtaðu ikki eftir nøkrum av tí, sum fíggingarstovnar, umboð fyri fiskivinnuna og onnur royndu at siga teimum.

Eitt sum lýsir manglandi fatanina av fiskivinnuni, bæði undir gomlu lógini, og nú nýggja lógin hevur verið í gildi í eitt gott ár, er páhaldið um, at tað nú ikki ber til at handla fiskirættindir. Hettar framførdu bæði Høgni Hoydal og Aksel Johannesen á fiskivinnutinginum í Klaksvík.

Hettar er beinleiðis ósatt. Tað er onki í núverandi lóggávu sum forðar fyri, at feløg við fiskirættindum verða handlað. Um partarnir blivu samdir um tað, og Aksel Johannesen, løgmaður, hevði áhugað í tí, kundi hann keypt sín part aftur í Klakki ella alt felagið við tilhoyrandi fiskirættindum.

Vit hoyra dagliga um virkir og feløg, sum bjóða kvotur, serliga av uppsjóvarfiski, út til føroysk skip at fiska. Fiskimálaráðið skal bert hava at vita, hvat skip fiskar kvoturnar, men onki um hvørjar avtalur eru ímillum partarnar.

??ll kvotan av makreli, sum var lutað út til trolarar í bólki 4T og partur av kvotuni, sum var lutað út til bólk 2, verður fiskað av uppsjóvarskipum. Umframt at hettar gevur manningafeløgunum stórar trupulleikar, so leggur lógin upp til at slíkir handlar verða gjørdir.

Áður vóru kvoturnar tengdar at veiðiloyvinum og skuldu fiskast við skipinum, sum var knýtt til veiðiloyvið. Tá var ongin trupulleiki við avrokningunum til manningarnar. Tá var fiskimaðurin ikki taparin.

Tá bar til at handla veiðiloyvið við tilhoyrandi rættindum. Nú eru rættindini knýtt at felagnum, og tí verður felagið við tilhoyrandi fiskirættindum handlað í staðin fyri. Munurin er ongin.

Løgið at ósannindini um, at tað ikki ber til at handla fiskirættindir, sleppa at standa ósvarað.

Vertirnir áttu beinanvegin at rættað slík ósannindir. Tá tað ikki verður gjørt, fáa hyggjarar og áhoyrarar eina skeiva fatan av, hvat lógin um fyrisiting av sjófeingi inniheldur.

Tað var kanska endamálið.

Jacob Vestergaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder