
Hevur tú hug at gerast ein partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, so er tað kanska júst tær vit leita eftir. Vesturvón veitur nógvar ymiskar tænastur til borgarar í Vága- og Sørvágs kommunu, heimahjálp, sjúkrarøkt, dagtilboð, búpláss og annað.
Saman vilja vit tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Í móttøkuni kemur tú at taka tær av vanligum móttøku og skrivstovuuppgávum, skráseta rokningar og skjalfesta.
Søkt verður eftir:
Móttøkufólkið til fast starv 28 tímar um vikuna at byrja 1. juni 2021 ella eftir nærri avtalu.
Vit vænta at tú:
- Er fyrikomandi og blíð/ur
- Hevur góð evni at samstarva og samskifta við starvsfólk, avvarðandi, búfólk og vitjandi munnligt eins væl og skrivligt
- Er skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
- Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum, t.d journalskipanina 360
Vit bjóða tær:
- Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
- Góða innleiðslu
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen stjóra á tlf. 793201.
Setanarviðurskifti:
Starvið er 28 tímar um vikuna, í dagtímum og í tøttum samstarvið við hitt starvsfólkið í móttøkuni. Starvsstaður tín er á Heiminum á Sýnini, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.
Fyrisitingarlig støða:
Móttøkufólkið hevur ábyrgd mótvegis stjóranum á Vesturvón.
Umsóknir:
Umsókn við skjølum skal sendast til: [email protected]viðmerkt ???Móttøkufólk???
Umsóknarfreistin er 10. mai 2021 kl.12.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald