
Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veitur tænastu til borgarar sum búgva í Sørvágs- og Vága Kommunu. Vit hava nógvar spennandi uppgávur, og leita eftir starvsfeløgum sum ynskja at lyfta hesar uppgávur saman við okkum.
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Heimatænastuna, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurvenjing.
Hvør starvsbólkar sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.
Okkum vænta heilsurøktarar og heilsuhjálparar til deildina á Uppistovu á Heiminum á Sýnini.
Førleikakrøv
??? ??tbúgving, prógv og autorisatión sum heilsurøktari
??? ??tbúgving, prógv sum heilsuhjálpari
??? Tú skal hava hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og hava evnini at vera málrættað/ur og
skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið og megna at geva títt uppbyggjandi íkast til eina
broytingartilgongd, sum nýggja Heimatænastan í løtuni er í
??? Tú skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv
og ábyrgd
??? Tú skal hava evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
??? Tú skal verða empatiskur í tínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.
Hesi størv eru leys til setan:
- 4 starvsfólkum til fast starv sum heilsurøktari, heilsuhjálpari á starvsbrøk 0,8 at byrja 1. Mars 2020 ella eftir nærri avtalu
Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru til størvini, tilskilar Heimatænastan sær at seta hjálparfólk og verða tey tá sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.
Setanarviðurskifti
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Starvið er skipað undir deildarleiðan á Uppistovuavvarðandi deild á Sýnini. Starvið er í skiftandi vaktum.
Møguleiki er fyri lægri brøki.
Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Jóngerð M. Nielsen, leiðara í Heimatænastuni í Vágum á tlf. 793201 ella skriva til [email protected].
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: [email protected]
Viðmerk: ???Røktarstarvsfólk til Uppistovu???
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 3. Februar 2020 kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald