
Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Hvør starvsbólkur særvirkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.
Søkt verður eftir:
- Heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 0,6 til Miðstovu at byrja 1. desembur 2020 ella eftir nærri avtalu.
- Heilsuhjálpara á starvsbrøk 0,6 til Miðstovu, at byrja 1. januar 2021 ella eftir nærri avtalu.
- Heilsuhjálpara fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi á starvsbrøk 0,7 til Miðstovu í tíðarskeiðnum 15.desembur 2020 ??? 31.desembur 2021
- Heilsuhjálpara til fast starv á Uppistovu á starvsbrøk 0,7 at byrja 1. desembur 2020 ella eftir nærri avtalu.
Førleikakrøv:
- Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
- Prógv sum heilsuhjálpari
Vit vænta at tú:
- Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
- Hevur hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
- Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
- Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
- Ert empatiskur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi.
Vit bjóða tær:
- Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
- Góða innleiðslu
Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær at seta hjálparfólk, og verða tey tá sett í tíðaravmarkað starv. Vesturvón tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og um neyðugt, at lýsa størvini leys av nýggjum.
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Joan K. Olsen deildarleiðara á Miðstovu tlf.793213, Vanju Carlsen, deildarleiðara á Uppistovu tlf. 793212 ella til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201
Setanarviðurskifti:
Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og KAF.
Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: [email protected]Viðmerkt ???Røktarstarvsfólk???
Umsóknarfreistin er 15. Novembur 2020 kl.12.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald