Lýsing

Søkt verður eftir leiðara til barnaverndartænastuna í Vágum

...

2020-05-16 11:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um eitt avloysarastarv vegna barsil frá 1. august 2020 til 30. juni 2021. Vit leita eftir einum framsøknum leiðara, sum við fakligum nærlagni myndar barnaverndarøkið í Vágum. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit.

Endamál og uppgávur

Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.

Uppgávurnar fevna m.a. um støðugt at menna tænastuna, so hon røkkur endamálinum í barnaverndarlógini, at kanna og kenna økið Barnaverndartænastan virkar í. Harumframt tryggja eitt gott og skipað samskifti við børn og vaksin, og tryggja fakliga dygga og sakliga málsviðgerð fram móti loysnum, ið eru sum best fyri barnið.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru annars:

  • at fyrisita Barnaverndartænastuna fakliga, umsitingarliga og fíggjarliga dygt, soleiðis at hon støðugt er dagførd og virkar í tráð við galdandi lógir og reglur, og heldur játtanina.
  • at raðfesta tíðina væl ímillum at menna, samskifta og málsviðgera
  • at fyrireika mál og tryggja Barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
  • at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum
  • at tryggja fakliga menning, trivnað og tvørfakligt samstarv í Barnaverndartænastuni
  • at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum
  • at mynda Barnaverndartænastuna úteftir í fakligum samstørvum og fundum
  • at vera skrivari í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna

Førleikakrøv

Barnaverndartænastan í Vágum væntar, at umsøkjarin hevur:

  • Viðkomandi, minst miðallanga(r) útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir
  • Góð samstarvsevnir, er samstarvsfús/ur og fleksibul
  • Jaligt lyndi og hevur førleikan at síggja, finna og fremja skilagóðar loysnir
  • Hug og hegni til at nýta serstøku formligu karmarnar um barnaverndararbeiði, sum styrki og vernd hjá øllum pørtum
  • Virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina
  • Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulla tíð og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella Starvsmannafelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við prógvum, cv, revsiváttan og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast:

Vága kommunu
Hammershaimbsvegur 1
FO-360 Sandavágur

ella til teldupostadressuna: [email protected]

Umsóknarfreistin er 1. juni 2020. Umsóknin skal merkjast ???Leiðarastarv i BVT???.

Upplýsingar og samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu Háberg, leiðara í Barnverndartænastuni í Vágum á tlf. 280800 ella [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder