
Eitt starv, har tú ger mun !
Søkt verður eftir leiðara til barnaverndartænastuna í Vágum.
Vit leita eftir einum framsøknum leiðara, sum við fakligum nærlagni myndar barnaverndarøkið í Vágunum. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit.
Endamál og uppgávur
Endamálið við barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.
Uppgávurnar fevna m.a. um støðugt at menna tænastuna, so hon røkkur endamálinum í barnaverndarlógini, at kanna og kenna økið barnaverndartænastan virkar í, at tryggja gott, skipað samskifti við børn og vaksin, og at tryggja fakliga dygga og sakliga málsviðgerð fram móti loysnum, ið eru sum best fyri barið.
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru annars:
at fyrisita Barnaverndartænastuna fakliga, umsitangarliga og fíggjarliga dygt, soleiðis at hon støðugt er dagførd og virkar í tráð við galdandi lógir og reglur, og heldur játtanina.
at raðfesta tíðina væl ímillum at menna, samskifta og málsviðgera
at fyrireika mál og tryggja Barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum
at tryggja fakliga menning, trivnaði og tvørfakligt samstarv í barnaverndartænastuni
at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum
at mynda Barnaverndartænastuna úteftir í fakligum samstørvum og fundum
at vera skrivari í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna
Førleikakrøv
Barnaverndartænastan í Vágum væntar, at umsøkjarin hevur:
Viðkomandi, minst meðallanga(r) útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir
Góð samstarvsevni, og er samstarvsfús/ur og fleksibul
Jaligt lyndi og hevur førleikan at síggja, finna og fremja skilagóðar loysnir
Hug og hegni til at nýta serstøku formligu karmarnar um barnarverndararbeiðið sum styrki og vernd hjá øllum pørtum
Virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina
Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulla tíð og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við prógvum, cv, revsiváttan og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast:
Sørvágs kommunu Varðagøtu 8 FO-380 Sørvági
ella til teldupostadressuna:[email protected]
Umsóknarfreistin er 25. juni 2019 kl. 12.00. Umsóknin skal merkjast ???Leiðarastarv i BVT???.
Upplýsingar og samband
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Aimé Jacobsen, forkvinnu í samstarvsnevndini á tlf. 233200 ella Eyðdis H. Niclasen, næstforkvinnu í samstarvsnevndini á tlf. 794410.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald