
Søkt verður eftir leiðandi húsavørði til Sørvágs kommunu at byrja 15. desember 2020, ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur:
Umsjón og røkt av øllum bygningum í kommununi. Umframt hetta skal hann saman við hinum húsavørðunum hava eftirlit við hita-, el og luftskipanum.
Sørvágs kommuna roynir alternativar orkumøguleikar, tá talan er um upphiting. T.d. hevur skúlin sjóhitaskipan. At hava áhuga og innlit í nýggjar orkumøguleikar er ein fyrimunur.
Nýggi húsavørðurin er leiðari fyri húsavørðunum og reingerðisfólkunum. Hann vísir til umsjónarleiðaran.
Førleikar:
Tann, ið settur verður, eigur at hava handverkaraútbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.
Eginleikar:
Arbeiðið inniber nógv dagligt samskifti við børn í barnagarði, næmingar í skúlanum og ymiskar starvsbólkar. Tí er týdningarmikið, at tann í sett/ur verður er fyrikomandi og dugir væl við fólki.
Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv.
Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.
Umsókn við prógvum, viðmælum og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast til:
Sørvágs kommunu
Varðagøta 8
380 Sørvágur
Umsóknin skal merkjast ???Leiðandi Húsavørður???
Eru spurningar, fæst meira at vita við at ringja á tlf. 363200 ella 233205.
Sørvágs kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjarnar ella ongan at seta.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknirnar skulu verða Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi 04. desember 2020 kl. 12:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald