Lýsing

Søkt verður eftir einum húsavørði til Sørvágs kommunu

...

2019-06-06 13:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Søkt verður eftir 

1 húsavørði til Sørvágs kommunu

 at byrja 12.08.2019

 

Arbeiðsuppgávur:

 

ñUmsjón og røkt av øllum bygningunum hjá kommununi.

 

 

Førleikar:

Tann, ið settur verður, eigur at hava handverkaraútbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.

 

Eginleikar:

Arbeiðið hevur við sær nógv dagligt samskifti við børn í barnagarði, næmingar í skúlanum og ymiskar starvsbólkar. Tí er týdningarmikið at tann, í sett/ur verður, er fyrikomandi og dugir væl við fólki.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv

Lønar og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.

 

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Sørvágs kommunuVarðagøtu 8, 380 Sørvági ella [email protected]í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 01. juli 2019 kl. 12:00. Merk umsóknina: Húsavørður

 

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu á tlf. 363200 ella teldupost: [email protected].

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjaranum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder