Lýsing

Søkt verður eftir Demenssamskipara til Vesturvón

...

2021-02-05 16:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað. 

 

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka. 

Sum demenssamskipari hevur tú ábyrgd av og skal syrgja fyri, at demenstænastan hjá okkum virkar samsvarandi okkara kjarnuuppgávum. Tú skal við støði í teimum karmum og møguleikum sum eru, tryggja eina málrættaða, samanhangandi og dygdarmennandi tænastu, sum tekur atlit til einstaka tørvin. 

 

Søkt verður eftir:

-      Demenssamskipara til fast starv á starvsbrøk 0,8

Førleikakrav: 

-      Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

-      Prógv sum demenssamskipari kann verða fyrimunur

Vit vænta at tú:

-      Er við til at styrkja tvørfakliga samstarvið internt og eksternt

-      Er við til at uppbyggja demensøki okkara

-      Skapar møguleikar fyri borgarar, avvarðandi og starvsfelagar innan demens

-      Stuðlar og ráðgevur við tíni servitan

-      Er bindilið hjá borgarum við demens og familjum teirra, við til dømis at fyriskipa heimavitjanir, telefonsamrøður og avvarðandi tiltøk eins og samrøður

 

 

-      Er bindilið til kommunulækna, demensklinikk, demenstoymið, dagtilboð og aðrar viðkomandi stovnar

-      Í samstarv við landsdemenssamskiparar kunnar um og upplýsir um demens í nærumhvørvinum

-      Fyriskipar og stendur fyri undirvísing, ráðgeving og vegleiðing til starvsfelagar

-      Fyriskipar og stendur fyri undirvísing- og samrøðubólkum fyri borgarum, makum og børnum/øðrum avvarðandi

-      Stendur fyri at savna demenstoymi og hava regluligar fundir í toyminum

-      Skjalfestan í 3v skipan okkara 

-      Gera mannagongdir fyri røktarætlan og lívssøgu hjá tí demensrakta saman við viðkomandi starvsfeløgum

-      Virkar fyri at fremja eitt gott umhvørvi og trivnað

Vit bjóða tær: 

-       Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

-       Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

-       Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

-       Góða innleiðslu


Meiri fæst at vita: 

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201 ella á [email protected]

 

Setanarviðurskifti:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

 

Umsóknir: 

Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: [email protected]Viðmerkt ???Demenssamskipari???

 

Umsóknarfreistin er 15. Februar 2021 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder