Vinna

S??KN Advokatar keypa Advokatvirkið Páll Nielsen

...

2020-01-18 16:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

S??KN Advokatar hava keypt Advokatvirkið Páll Nielsen. Við keypinum fylgja verandi starvsfólk hjá fyritøkuni. Alt verandi virksemi heldur fram, men nú hjá S??KN Advokatum, har Páll nú kemur at starvast.


Páll Nielsen, advokatur, sigur, at avgerðin at flyta virksemið til S??KN Advokatar, byggir á ynski um at framtíðartryggja tænastuna hjá viðskiftafólkunum.

- Eg havi fylgt væl við gongdini hjá S??KN Advokatum síðan tey byrjaðu. Hetta er ein fyritøka við yngri og sera dugnaligum kreftum. Hetta tryggjar mínum viðskiftafólkum støðuga og professionella tænastu.

S??KN Advokatar fegnast somuleiðis um at hava fingið ein sera royndan og dugnaligan advokat í fyritøkuna.

- Páll Nielsen hevur nógv viðskiftafólk innan fakfeløgini. Hetta hóskar væl saman við restina av okkara virksemi. Keypið styrkir samstundis S??KN Advokatar bæði við vitan og royndum.

Keypið er ein fyrimunur fyri viðskiftafólkið hjá Advokatvirkinum Páll Nielsen. Viðskiftafólkini hava enn somu kontaktpersónar sum áður, men fáa eisini teir fyrimunir, ið eru við at samstarva við eitt størri virki við 5 advokatum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder