2016-01-21 18:36
Nú verður søkt eftir presti til tað føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, Sankta ??lavs kirkjulið. Tað er Kirkjumálaráðið, ið hevur lýst embætið leyst, og umsóknarfreistin gongur út 8. februar 2016.
Hetta embætið er eitt danskt málsøki burturav. Biskupur í Keypmannahavn hevur umsjón við embætinum. Hóast málsøkið er danskt, fær embætið ein føroyskan profil. Sagt verður í lýsingini, at komandi sóknarpresturin skal kunna tosa á føroyskum.
Sæð úr kirkjunnar heimliga umhvørvi fegnast vit um, at komandi ??? eins og undanfarnu ??? sóknarpresturin skal vera til gagns og gleði fyri føroyingar í Keypmannahavn og tey, ið søkja sær heilsubót á sjúkrahúsunum í høvuðsstaðnum.
Bergur Jacobsen, ið hevur røkt tænastuna sum sóknarprestur hjá Sankta ??lavs kirkjuliðið tey seinastu 20 árini, legði frá sær 2. jóladag í fjør. Í bóklinginum ???Sankta ??lavs kirkjulið 100 ár??? er ein vøkur heilsan borin Bergi og konuni Valerie fyri trúgva og drúgva tænastu. Eisini hiðani úr Føroyum takka vit fyri leiklut teirra millum landsmenn okkara í útisetu.
Víst verður til leinkjuna á heimasíðuni hjá Kirkeministeriet, har áhuga kunnu lesa nærri um embætið, tað skrivar www.folkakirkjan.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald