Vísandi til grein tykkara um omanfyri nevndu hending, so minnist eg hesa hending væl, vegna eg búði í Søldarfirði um tað mundi.
Tað vóru ikki so nógvir dagar gingnir síðani vit á veg í skúla morgunin 9. apríl fingu
at vita at vit vóru blivnir týskarar, vegna Týskland hevði hersett Danmark.
Spenningin var stór fylgjandi dagarnar, tí vit vistu at antin fóru týskarar ella bretar
at herseta føroyar og vit vónaðu at tað blivu bretar og so varð.
Minnist eisini hvussu nógv bretsk krígsskip komu inn á fjørðin tað tíðina og so øll tey
stóru donsku og norsku handilsskipini, sum antin vóru áveg til ella frá amerika, eisini
komu inn at fjørðin at bíða eftir ordrum um hvar tey skuldu fara. Summi vóru so stór at tey noyddust at bakka og sigla fram fyri at venda á fjørðinum.
Orsøkin fyri at svensku skipini blivu tikin av bretum var at vegna kríggi var byrja so
fryktaði svenska marinan at tað var ov fárafult at lata skipini sigla gjøgnum bretsku kanalina, og sendi tey vestanfyri Bretland, norður um og so suður gjøgnum Norðsjógvin til Svøríki. Churchill fryktaði fyri at Hitler fór at taka skipini.......
Sum kunnugt tóku bretar skipini og ferðamannaskipið, sum hevðu flutt manningarnar til Italiu eftir krígsskipunum, til Orkneyoyggjarnar. ì meðan vóru harðar samráðingar millum svenskar og bretskar marinumyndugleikar og úrslitið bleiv so at bretar lótu svenskarnar fáa skipini aftur, sum so sluppu avstað aftur úr Orkney undir svenskum flaggi.
Tá ið tey svensku krígsskipini, vist korvettir, vóru væl minni enn destroyarar, komu inn á fjørðin, høvdu tey svenska flaggið á stong. Ein kundi gita at okkurt serligt var á vási,
tí knappliga blivu tey svensku fløggini tikin niður og bretska krígsmarinufløgg heysa á
stong. Tað sum hendi millum London og Stokholm, vistu vit eiki um, men svenskararnir
blakaðu ymiskt fyri borð, tá ið teir noyddust av skipunum. Minnist eg fann ymiskt, harímillum, tað sum helst hevur verið ein dagbók. Eingin tordi at hava slíkt inanhýsis
um hetta mundi, tí krígstíð var og mamma gjørdi ikki mætari enn at koyra hetta í komfýrin og brendi tað, sum vist eisini eftir umstøðunum var tað rætta at gera.
Skálafjørðurin bleiv at bretum kallaður "little Scapaflow", vegna hann bleiv havnin í Føroyum hjá Royal Navy, har teir eisini settu signal station upp o.a.m.
Minnist veisini at eitt serligt skip kom at leggja undirvatnsbátanet uttanfyri Tóftir.
Hetta skipið hevði ein stóran krána frammi á gronini og kom eisini inn á fjørðin at
taka mát av fjørðinum og settið so fleiri reyðar træstengur upp ymsa staðni við einum
rundum merki í erva, so at hetta kundi síggjast betri, tá ið krígsskipini komu inn á fjørðin at ankra, so tey komu at liggja har tryggt var at ankra.
Nú fari eg nógv ár fram í tíðina, eg eri umboðsmaður Føroya í Bretlandi og systir mín, sum hevur búð í Vancouver í Kanada í yvir 50 ár, var komin til Skotlands at vitja familjuna. Koyri so ein sunnudag út til Colliestone, ein gomul fiskarabygd, og parkeraði niðri á bryggjuni, sólin skein og so sóðu vit at tveir menn vóru farnir at sláða við líggjum uttanum ein garð... eg segði vit Nessie og systi at eg fór at vitja hesar menninar, tí at sláða dugdi eg væl, abbi gjørdi mær eitt orv tá ið eg var 7ára gamal við einum 18 tumma Kværner líggja. Tá ið eg kom til teirra, spurdi eg um eg kundi hjálpa teimum. Teir vóru bilsnir at ein fremmandur maður kom at spyrja um hann kundi hjálpa teimum at sláða. Fekk annan líggjan, men skjótt føldi eg at hann trongdi til at verða brýndur, spurdi um teir høvdu eitt karborundum brýni, jú tað høvdu teir, eg brýndi so báðar líggjarnar og slerdi eina løtu. Nú kemur ein maður við leður kasjetti til okkara og spyr hvussu tað bar til at eg kundi hjálpa sløttumonnum hansara. Eg greiddi honum so frá at eg var frá Føroyum og lærdi at sláða sum ungur og nú var eg umboðsmaður Føroya í Bretlandi.
Hann var bilsin at frætta hetta, tí hann segði at hann var ì Føroyum undir seinna heimsbardaga. Eg spurdi um hann var in the Army, nei the Navy, svaraði hann. Hann var kapteynur á einum Survey skipið, sum hevði lagt undirvatnsbátanet við innsiglingina til Skálafjørðin og mált allan botnin og sett upp Navigation Masts. Eg segði honum so at eg mintist væl hansara skip, men ikki navnið. Hann var nú Vice Admiral Ritchie, retired. Bjóðaåi mær inn at vitja seg og gav mær avrit av botnkortunum sum hann hevði tikið og sum eg vist sendi heim.
Hann máldi upp havnir um allan heim og skrivaði fleiri bøkur, teirra millum eina har hann greiddi frá um Føroyar. Sendi hon bøkur og video um Føroyar, so hann kundi síggja tær broytingar sum vóru hendar síðani 1940. Vitjaði hann seinni og fylgdi honum til gravar fyri 3 árum síðani, hann bleiv yvir 90ára gamal.
Vinarliga
Sofus Poulsen
Fyrrv. umboðsmaður Føroya ì Bretlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald