Mentan

So varð Havnar Kirkja aftur opin

...

2015-07-27 19:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Liðugt umvæld, eftir at hon hevur verið stongd síðani ársskiftið

Omanfyri Gomlu niðurtiknu Perluna, og nýggju trappuna liggur ein mentanarligur dýrgripur - Havnar Kirkja. Her hava havnarfólk gingið í kirkju líka síðani 1788, tá ið Bryggjubakki lá norðanfyri býin.

Sálin í ólavsøkuni

Tað var í tøkum tíma, at kirkjan lat upp aftur, tí júst á ólavsøku hevur Havnar Kirkja ein heilt serstakan týdning, fyri Havnarfólk og fyri fólkið alt. Guðstænastan ólavsøkudag er sálin í ólavsøkuni, og hon biður okkum um at standa saman um okkara fólkaræðisligu virði, um mannvirði og átrúnaðarlig virði. Og tað serstaka við kirkjuni er, at hon er opin fyri øllum. ??ll sleppa inn ??? treytaleyst. Her skal eingin hvørki dømast ella fordømast, sum bispur tók til í prætiku sínari í dag.

Hátíðarguðstænasta

Sunnudagin 26. juli varð hátíðargudstænasta í sambandi við væl úr hondum greitt umvælingararbeiði. - Allir handverkarar, fyriskiparar og arkitektar hava gørt eitt framúr arbeiði.

Sum altíð í Havnar Kirkju var løtan góð, uppbyggjandi, upplýsandi og hugnalig. Prestarnir vóru møttir, Sonja Klein, Ann Dahl Hansen, Marjun Bæk og Sverri Steinhólm, umframt dómpróstin Una Næs og Jógvan Fríðriksson, bisp, sum prædikaði. Og ikki at gloyma Ásu Justinussen, forkvinnu í kirkjuráðnum, sum saman við dómprósti og og øðrum góðum fólki hevur stýrt tilgongdini við hepnari hond.

??rmælingarnir Ernst Remmel og Tróndur Enni spældu horn, vit hoyrdu góðan kórsang, og nýggjur messuakul varð vígdur, sum Súsan í Jákupsstovu hevur evnað til í summarsligum grønum, gulum og gyltum litum.

???Alt er við tað gamla???

Havnar Kirkja stendur sum drangur í brimi. Hóast nýumvæld er hon akkurát tann sama sum áðrenn, og stórt sæð óbroytt síðani 1865, tá ið hon varð umbygd og útbygd. Kirkjufólkið, sum í dag fær eina nýumvælda kirkju, uppliva júst somu kirkju, sum kirkjufólkið í 1865, tá ið kirkjan var spildurnýggj, og tað búðu uml. 900 fólk í Havn. Og tað er heilt serstakt. ???Her er alt við tað gamla???, sum Uni Næs, dómpróstur so skemtiliga tók til. Og tað er gott.

Havnar Kirkja er elsta trækirkja í Føroyum og upprunaliga bygd í 1788. Onkur vil kanska halda, at tá ið farið verður undir at umvæla, so eigur mann eisini at broyta okkurt. Men so er ikki í hesum føri. Einki er broytt. Og tað er í sjálvum sær spennandi og virðismikið, og als ikki gamaldags. Tá alt annað kring okkum broytist alla tíðina, kann tað vera framskygt at skilja upprunan.

Lutir og gávur eru enn í kirkjuni, sum eru uppaftur eldri enn kirkjan sjálv. Og yvirhøvur ber Havnar Kirkja í sær eina rúgvu at týdningarmiklum søgum.

Tú kanst lesa um tær ymsa staðni. Millum annað í bókini ???Eldru hválvkirkjurnar??? hjá Palla Gregoriussen, ella tú kanst fara í kirkju í kirkjutíð ella uttanfyri kirkjutíð, og lata kirkjuna siga tær sínar søgur, og bera tær sín boðskap.

Havnar Kirkja við fjølbroyttari mentanarskrá

Tó so. Havnar Kirkja hevur keypt Arnes Minde frá Býráðnum, og her fara nýggir møguleikar at vera hjá kirkjuni at tæna kirkjufólkinum enn betri, og arbeiðsumstøðurnar verða eisini betri. Vit fegnast longu sum er um, at dómkirkjan hevur longt um sínar upplatingartíðir, og at kirkjan skipar fyri alsamt mentanarligum tiltøkum. Í veruleikanum ein fjølbroytt skrá, sum øll hava atgongd til.

Eg vil fegin takka fyri innbjóðingina til hátíðarguðstænastuna, og ynskja okkum øllum tillukku við nýumvældu dómkirkju okkara.

Vit sum varða av mentanini her í Tórshavnar Kommunu fegnast um dýrgripin Havnar kirkju.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs

Myndirnar hevur Alan Brockie tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder