Politikkur

So skutla tey sína egnu skrubbu

...

2018-12-28 15:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eitt er at leggja okurs avgjøld á eina vinnu, eitt annað at innsíggja tað stuttskygda í tí, serliga nú ið tíðirnar knappliga ikki eru so gyltar sum tær vóru tá ørvitisdreymar um veldigar pengastreymar fyri einki flutu frítt í Føroyum.


??sing kann vera ein løgin og long tilgongd, sum ikki helmar í fyrr enn hennara ofta ógreiða mál knappliga, gjarna óvæntað og brádliga, er fullført í skuffilsi og uttan skuggan av tí klimaxi sum so ella so mundi liggja í luftini, lovað ella fyrigyklað við støði í ongum øðrum enn óroyndum lenistóla ástøði og hugmyndafrøði.

Var tann váti dreymurin at súgva so ríkiligt sum yvirhøvur gjørligt burtur úr nøkrum heilt fáum vælkoyrandi fiskiskipum og harvið fáa ein stóran sjálvvirkandi streym av peningi at renna inn í teir almennu kassarnar, fyri soleiðis at fáa ein sjálvvirkandi streym av peningi at renna inn í teir almennu kassarnar, fyri harvið at gera lívið søtari og søtari fyri tey sum sleppa at forvalta ???fólksins ogn???, sektin á hvat tað kostar øllum hinum og samfelagnum sum heild?

Men har var jú talan um ???yvirnormalan vinning??? og einar tvær milliardir klárar at heinta inn við hjálp av einari nóg umfatandi nýskipan av fiskivinnuni, ha?

Ja, aftan á drúgva trúttan í tíðindamiðlum ár eftir ár eftir ár, eydnaðist tað so við og við at vinna nóg stóra undirtøku fyri einari hvørvisjón sum beyð tí politiska apparatinum at seta risastór almenn súgvirør á fiskivinnuna og samstundis tvangsinnleggja hana til uppboðssølu av fiskirættindum. Heilt himmalskt, hildu vist mong.

Men longu eitt ár aftaná at lógin um fyrisiting av sjófeingi varð innførd, man hol nú koma á bløðruna hjá fleiri, meðan veruleikin pikkar alsamt harðari á hurðar og vindeygu, sjálvt heima í høvuðsstaðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder