Politikkur

So óseriøsur er fíggjarmálaráðharrin um Atlantsflog

...

2020-08-04 15:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsins fíggjarmálaráðharri svarar núloksins undirritaða um støðuna hjá starvsfólkunum hjá Atlantsflogi. Men svariðer sum vanligt púra óseriøst og bygt á ósannindi og uttanumtos.

Fíggjarmálaráðharrin leggur nú Tjóðveldiundir at koyra Atlantsflog á heysin. Ja, eg meini tað! Tjóðveldisflokkurinhevur frá fyrsta degi sagt, at vit standa 100% aftanfyri Atlantsflog og atfíggja tey tap, ið felagið fær av koronu.

Fíggjarmálaráðharrin vil vera við, at taðer ólógligt hjá landsstýrinum at blanda seg uppí støðuna hjá landsins egnafelag og korunum hjá starvsfólkinum. Tað passar ikki. Landsstýrið áttisjálvsagt at havt sett leiðsluna og umboð fyri fakfeløgini hjá starvsfólkunumsaman at funnið eina skilagóða loysn ??? og vátta, at landið stendur 100%aftanfyri. Tað er hvørki ólógligt ella nakað annað. Bert sunt skil. Og soleiðishava allar stjórnir gjørt í londunum kring okkum.

Fíggjarmálaráðharrin vil vera við, atTjóðveldi vil ikki loyva Atlantsflogi at tillaga seg til umstøðurnar og takafíggjarligar avgerðir. Tað er ósatt. Vit hava bert víst á, at ímeðanhjálparpakkar eru galdandi, eiga fólk ikki at verða uppsøgd av korona-ávum. Oghetta kostar ikki Atlantsflogi nakað, meðan hjálparpakkarnir eru galdandi.

Vit hava víst á, at fólk verða uppsøgd ???og síðani verða tey trýst at fara niður í løn og treytum, um tey skulu setastaftur. Tað er ikki í lagi.

Tá ið føroyskur politikkur er vorðin soóseriøsur, at landsins ráðharrar svara soleiðis um týdningarmikil mál, er lítilmunur til Donald Trump.

Vit í Tjóðveldi eru von við tað, og onkurkann kanska fáa undirhald burturúr. 

Men starvsfólkini hjá Atlantsflog ogokkara tjóðarflogfelag hava betri uppiborið enn slíkt fjant.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder