Politikkur

So lótu tey fiskivinnuna aftur fyri komandi ættarliðum

...

2020-06-25 09:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nógv er sagt í orðaskiftinum um fiskivinnuna, men eftir mínum tykki er stórsti trupulleikin við hesum uppskotinum orðið ???endalig??? og setningurin ???endalig avhending.???

??????endalig avhending av rættindum??? er ein partur av heitinum av hesum uppskotinum.

Endalig avhending - hugsi tykkum - Løgtingið situr júst nú og viðgerð eitt uppskot, har samgongan fer at lata nøkrum reiðaríium rættindini endaliga, tvs í allar ævir.

24 ferðir er orðið ???endalig??? brúkt í uppruna uppskotinum.

Sostatt letur samgongan fiskivinnuna aftur fyri øllum komandi ættarliðum, uttan teimum, sum fara at arva rættindini eftir foreldrini.

Lat meg beinavegin siga, at eg harti ikki vinnuna, eg harti ikki tey, sum eiga rættindini í dag, eg harti ikki teirra eftirkomarar.

Eg harti Løgtingið, samgonguna og løgtingsfólk í samgonguni. Tí tað eru tit, ið nú lata fiskivinnuna aftur fyri komandi ættarliðum, og fyri tykkara egnu eftirkomarum.

Tað mesta av tí, ið er sagt her í dag er, hvør samgonga hevur gjørt hvat, og hvør samgonga hevur ikki gjørt hvat. Men tað er als ikki tað, ið hetta snýr seg um. Hetta snýr seg um, hvat vit gera nú. Hvat vit 33, sum sita her í dag gera.

??ll gera mistøk, eisini í politikki, men tað er ongin umbering fyri at halda fram við at gera mistøk.

Og verður hetta uppskotið samtykt ??? so verður eitt stórt mistak gjørt, tí so verður stongt av fyri teimum, sum í dag ganga á skiparaskúla, teimum, sum ganga á maskinmeistaraskúla, teimum, sum í dag ganga í fólkaskúla og bara gleða seg til at sleppa til skips og fáa egið skip.

Tit stongja av fyri tykkara egnum ommu og abbabørnum. Tey fara ongantíð at gerast ein partur av fiskivinnuni, uttan tey eiga fleiri hundraðtals milliónir.

??ll tit, ið atkvøða fyri hesum uppskotinum í dag ??? minnist til - , at tá taka tit endaliga møgulleikan frá ungdóminum, - frá komandi ættarliðum og frá tykkara egnu eftirkomarum.

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder