Mentamálanevndin hevur eins og Býráðið samtykt at byggja dupultu fimleikahallirnar á skúlanum á Argjahamri um til eina heila ítróttahøll. Og játtan er sett av til endamálið í fíggjarætlanini fyri 2016.
Tað er ein kendur veruleiki, at í Havn er sera stórur tørvur á venjingartímum í ítróttarhøll. Og tað mugu vit gera nakað við.
Á Argjum er stórur framburður og vøkstur. Stór og nýggj útstykkingarverkætlan er júst samtykt, og verður farið undir at stykkja 50 grundstykkir út á Kongavarða í næstum. Klárt verður at byggja um ársenda, og grundstykkini verða boðin út eftir bíðilistanum. So her grør um gangandi fót. Og vit vóna, at stórur áhugi verður at seta búgv í Havn og á Argjum.
Nýggjur skúli er bygdur á Argjahamri eins og nýggjur dagstovnur liggur tætt hjá skúlanum. Eingin ivi er um, at Argir stendur í vøkstri. Og tískil verður eisini tørvurin á tænastum størri, sum býráðið skal finna hóskandi loysnir til.
Mentamálanevndin og Býráðið hevur samtykt at taka av tí lægsta tilboðnum uppá uppgávuna. Um alt gongst eftir ætlan, so kann ein ítróttarhøll standa klár at taka í nýtslu á Argjum um ársskiftið. Tað fer at gera umstøðurnar hjá øllum feløgunum í Havn munandi betri at venja og at skipa fyri dystum og kappingum.
Talan er fyrst og fremst um eina skúla- og venjingarhøll, men tað verða eisini sitipláss fyri 200 áskoðarum. Høllin verður innrættað so, at hon eisini kann hýsa kurvabólti, sum er vaksandi ítróttargrein í Føroyum. Møguleikarnir at skipa fyri tiltøkum og kappingum av øllum hugsandi slagi eru framúr á skúlanum, sum hevur sera góðar umstøður til tess.
Sjálvsagt fær eisini skúlin stórt gagn av høllini, tá ið hon stendur liðug.
Væntandi verður eitt sindur av órógv á skúlanum, meðan bygt verður. Vit fara at leggja stóran dent á at samskipa viðurskiftini, so at trygdin hjá børnum og borgarum verður so góð sum til ber.
??tiøkið á Argjahamri ein framíhjá vinningur
Miðað verður eftir eisini at bøta um og at menna útiøkið kring skúlan á Argjahamri, samstundis sum høllin verður bygd. Skúlagarðurin í Argjahamri varð ongantíð gjørdur, og tí er tað eitt mál, sum vit eiga at fara undir nú, ið farið verður at grava út fyri ítróttarhøllini á Argjahamri.
Nú er at vóna, at vit fáa spakan í jørðina so skjótt sum møguligt, so at hallarumstøðurnar til innandura ítróttargreinar á Argjum og høvuðsstaðnum øllum verða betri næsta kappingarár.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald