2020-03-18 07:24

Vegna korona-smittuna, sum herjar í løtuni, vil SMS gera sítt fyri at steðga smittuni og fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum. Tískil verður SMS stongt fram til 31. mars. Tó hava Miklagarður og Tjaldurs Apotek opið sum vanligt. Burger King Drive-through er eisini opið og letur upp kl.10.30 yrkadagar.
Meira kunning um upplatingartíðir og møguleika fyri keyp á netinum verður at fáa á heimasíðuni hjá SMS á www.sms.fo komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald