Politikkur

Smáu vinnufyritøkurnar fyri mismuni

...

2019-08-28 17:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit hoyra javnan, at tað hevur týdning at geva vinnuni góðar karmar, men hvat vil hetta í veruleikanum siga, tí fyri mangar fyritøkur er veruleikin ein heilt annar. Tær smáu vinnufyritøkurnar eru oftani gloymdar og fyri mismuni á føroyska arbeiðsmarkninum í dag. Hesar fyritøkur, sum veita føroyingum eina góða tænastu av ymsum slagi og sum eru ein tryggur bulur undir føroyska búskapinum

Hóast hesar fyritøkur bæði rinda ALS gjald, barsilsgjald við meira fáa hesar vinnufyritøkur ikki eins góðar treytir tá tørvur er á. Á arbeiðsmarknaðinum er stórur munur á, hvør skal rinda sjúkradagpengar t.e. um starvsfólk fáa løn við sjúku frá tað almenna ella um tað er arbeiðsgevarin, sum sjálvur má rinda.
Eitt dømi er ein lítil fyritøka við eini 5 starvsfólkum, ein fyritøka, ið just hevur fótað sær, og tað byrjar so smátt at ganga rætta vegin fíggjarliga. So gerst eitt starvsfólk á fyritøkuni langtíðar sjúkt og má sjúkrameldast og fyritøkan endar við at rinda løn í 120 dagar og má seta annað starvsfólk fyri starvsfólkið, sum er sjúkrameldað.
Hetta kann í ringasta føri viðføra, at fyritøkan ikki megnar at fóta sær og má snara lykilin um. Hetta kann ikki vera rætt og kann als ikki góðatakast. Tá starvssett verða sjúkrameldað tekur tað almenna yvir, men ikki tá starvsfólk koma undir lóg um starvsmenn. Hesin skeivleikin má rættast ongantíð ov skjótt.
Tær smá vinnufyritøkurnar eru sanniliga týdningarmiklar fyri tann føroyska búskapin, og eiga vit at javnseta hesar við øll onnur arbeiðsplass. Hesum vil eg virka fyri at fáa broytt.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder