Vinna

Smáligur fiskiskapur eftir svartkjafti

...

2020-05-22 14:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógv skip royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi - íslendsk, russisk, grønlendsk og føroysk - øll liggja heilt uppat markinum við ES eystanfyri.

Vit hava tosað við skiparar á føroyskum skipum, teir siga at gongdin hjá svartkjaftinum hevur verið øðrvísi í ár enn undanfarin ár, svartkjafturin er komin meira eystalaga á, men tað hendir summi ár, teir siga allir, at tá ið svartkjafturin kemur norðureftir eystanfyri Føroyar, tá heldur fiskiskapurin styttri á, enn tá ið hann kemur vestanfyri Føroyar.

Tí halda teir at svartkjaftafiskiskapurin er um at verða liðugur fyribils, men tað er tó altíð ringt at meta um.

Skipini hava tað seinastu tíðina ligið úr 150 uppí 250 tons um dagin, tey gera long tov.

Myndirnar eru frá Fishin.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder