2021-04-08 06:43

Í gjárskvøldið eydnaðist tað at fáa ein enda umborð á Eemslift Hendrika, sum hevur rikið fyri vág og vind síðani mánamorgunin tá ið skipið fekk slagsíðu. Fyrst blivu 8 av teimum 12 av manningini bjargaðir av skipinum, og seinni um dagin tók skiparin restina av manningini av skipinum.
Norskir miðlar skriva, at bjargingarliðini noyddust at gera eina roynd at bjarga skipinum í gjárskvøldið, tí vandi var fyri, at skipið skuldi reka á land fyrrapartin í dag.
Tað eydnaðist eisini at fáa ein enda umborð á Eemslift Hendrika, og verður skipið nú sleipa til ??lesund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald