Vinna

Slættaberg er liðugur við makrelkvotuna

...

2014-11-26 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Slættaberg kom fyri løtu síðan á Kollafjørð við 1.000 tonsum av makreli, sum er fiskaður í ES-sjógvi vestur úr Hetlandi.

Slættaberg skal landa til Faroe Pelagic. Í løtuni landar Asbjørn Senior, men Slættaberg sleppur framat um middagin, tá ið Asbjørn Senior er liðugur.

JN.fo tosaði umborð á Slættaberg, teir søgdu, at nú var makrelkvotan øll fiskað. Teir rokna tí við at fara á svartkjaftaveiðu, tað ið eftir er av árinum.

Les eisini: Fagraberg gjørt ein skjótan makreltúr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder