Politikkur

Skulu veita røttu hjálpina

...

2019-08-16 20:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í hesum valstríðinum hevur nógv verið kjakast um, um Føroyar er blivið eitt javnari samfelag ella ikki. Hugt verður eftir ymiskum hagtølum, ið vísa, hvussu stórur ella lítil ójavnin er. Hagtøl eru altíð spennandi at hyggja eftir, men tey siga ongantíð allan sannleikan.

At fáa eitt javnari samfelag er sera lætt. Tað er bara at geva teimum fátakastu í samfelagum pengar, og siga, at nú hava øll tað gott. Men er tað veruliga so einfalt? Eg haldi ikki. Haldi mann hevur gloymt nakað grundleggjandi við menniskjum, tá ein hugsar soleiðis.

Eydna kann ikki gerast upp í pengum. Tað, ið gevur okkum menniskjum eydnu, er, um vit stríðast fyri at klára eina avbjóðing. Vit fáa als ikki somu góðu kenslu, um onkur loysir avbjóðingina fyri okkum.

Sjálvandi skulu vit hjálpa teimum, ið veruliga hava brúk fyri tí, men landið skal ansa eftir, at mann ikki bara gevur fólki pengar, sum høvdu havt møguleika at klára seg sjálvi. Tað er torført hjá fólki at koma í gongd aftur, um tey fáa pengar frá landinum, fyri einki at gera. Tað endar við, at vit taka ábyrgdina frá fólki, og flyta hana yvir á landið.

Politikkarar skuldu heldur havt hugsað um at skipa samfelagið soleiðis, at tað er lættari at klára seg í samfelagnum. Politikkarar duga vanliga ikki serliga væl at brúka pengar, tí skal meira liggja eftir hjá borgaranum, so hann sjálvur avgerð, hvat pengarnar verða brúktir til. Skatturin hjá lág- og miðalinntøkum skal niður á 30%.

Barnsburðarfarloyvið skal leingjast til eitt ár. Børnini hava tað best hjá foreldrunum, serliga ta fyrstu tíðina. Foreldrini skulu eisini sleppa at skipa teirra egnu barsilstíð. Møguleiki skal gerast fyri, at foreldrini byrja spakuliga aftur á arbeiðsmarknaðum.

Tað er trupult hjá familjum at byggja nýggj hús. Fyri at lætta um kostnaðin, so skal sethúsabygging verða frítikin fyri MVG. Men so skal eingin rentustuðul latast. Verandi skipan gevur ikki nógva meining. Landið tekur fyrst pengar inn (MVG), men gevur nakað av pengunum aftur við rentustuðlinum.

Familjan skal raðfestast. Ikki við at bara at geva pengar, men við at veita røttu hjálpina.

Rógvi Egilstoft Nielsen

Valevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder