Politikkur

Skulu ríkastu pensjónistarnir hava meir

...

2019-12-06 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skulu ríkastu pensjónistarnir hava meir?

Við pensjónsnýskipanini hjá undanfarnu samgongu vórðu broytingar gjørdar, so at komandi pensjónistar uttan stórar inntøkur við síðuna av fingu munandi meira, meðan tey, ið forvinna nógv við síðuna av pensjónini, komu at missa eitt sindur. Nýggja samgongan ætlar nú, at eisini teir pensjónistarnir, sum forvinna allarmest, skulu hava meira. Er tað rætt? Tað spyrja Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn á almennum pallborðsfundi mánakvøldið.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ynskja, at øll skulu hava eina góða pensjón, sum tryggjar øllum góð livikor, tá ið farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Flokkarnir ynskja tí at halda áfram við at betra pensjónina hjá teimum pensjónistum, ið ikki hava aðra inntøku, verður skrivað í álitinum til nýggju pensjónsbroytingarnar hjá samgonguni.

Seinasta samgonga framdi átøk, sum samanlagt gjørdu, at verandi fólkapensjónistar fingu uml. 1500 kr. meira at liva fyri um mánaðan. Komandi pensjónistar sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva fyri, fingu við pensjónsnýskipanini eisini munandi meira at liva fyri, meðan teir pensjónistarnir, sum hava eina stóra inntøku við síðuna av pensjónini komu at missa.

Nýggja samgongan ætlar nú aftur at gera broytingar í pensjónsskipanini. ??tlanin er millum annað at eisini ríkastu pensjónistarnir sum til dømis tingformaðurin, sum forvinnur næstan 100.000 krónur um mánaðin, skal fáa meir. Tað halda andstøðuflokkarnir Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn ikki vera rætt, og tí skipa feløg teirra fyri almennum pallborðskjaki í KFUM í Havn mánakvøldið kl. 19.30. Við pallborði sita serfrøðingar, politikarar og fakfelagsfólk.

Í álitinum til nýggja pensjónsuppskotið siga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn eisini, at tey heldur vildu hækka viðbótina, so at einans tey, sum hava minst, fáa meira.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder