Vinna

Skulu leggja rør langt út í Sundið (Vestmannasund)

...

2019-11-28 15:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað hevur undrað fólk, sum koyra sær ein túr til Oyrargjáar, hvat gongur fyri seg har, tjúkk rør liggja langt heim eftir Oyrargjáarvegnum.

Vit hava spurt okkum fyri hvat er á vási - jú, arbeitt verður at seta eitt rør saman, sum skal verða 300 metrar langt, tað skal síðani á sjógv við Oyrargjógv og sleipast heim á Fútaklett, har tað skal brúkast til frárensl frá smoltstøðini.

Rørið fer at koma einar 300 metrar út í Sundið (Vestmannasund) og verður væl fest eftir botninum, tilfarið sum tað skal festast við, stendur eisini á Oyrargjógv, tað sæst eisini á myndunum niðanfyri her.

Nær tað verður lagt út velst um streym og veður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder