Lýsing

Skúlin á Giljanesi søkir eftir lærara

...

2019-12-06 16:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Lærarastarv í Skúlanum á Giljanesi 

Lærarastarv er leyst at seta í Skúlanum á Giljanesi frá  6. januar til 26. Juni 2020 at rokna:

·      Eitt tíðaravmarkað starv fyri lærara frá 6. januar. Setanarbrot uml. 0,8.

Søkt verður eftir lærara, sum:

·      Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans. 

·      Dugir at samstarva og er fyrikomandi.

·      Er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.

·      Er við til áhaldandi at menna skúlan.

·      Er stundisligur og nærlagdur. Lyklaorðini hjá okkum eru stundvísi, háttvísi og øðrvísi.

·      Tolir broytingar.

·      Hevur læraraútbúgving.

Okkum tørvar lærara, ið kann:

·      Undirvísa í ítrótti, náttúru og tøkni, enskum, lívfrøði, kristni og heimkunnleika í miðdeild og hádeild.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 ??? 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn: 

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til [email protected]  í seinasta lagi fríggjadagin 20. desembur kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til [email protected]

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 307 næmingar ganga í skúlanum, og 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder