JN

Skúlin á Giljanesi skrivar um korana-smittuna

...

2021-06-03 10:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skúlin hevur fingið boð um, at systkin hjá næmingum í 7.b og í 8.a hava fingið korona. Eisini hevur sonur lærara fingið korona.

Lærarin og hesir báðir næmingarnir í 7.b og 8.a eru farnir í sóttarhald.
7.b og 8.a halda seg fyri seg sjálvar á skúlanum í dag.

Tá korona verður staðfest, skal húsarhaldið í sóttarhald.
So leingi okkara næmingar/lærari ikki hava fingið staðfest korona, skulu hinir næmingarnir í flokkunumIKKIí sóttarhald.

Nærri kunning kemur um støðuna, tá svar koma uppá koronakanningarnar, men í løtuni er skúlagongd sum vanligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder