2021-03-24 09:43

Skúlin á Giljanesi: Hósdagin 1. apríl fyllir skúlin 60 ár.
Hetta er í páskafrítíðini, og tí fara vit at hátíðarhalda dagin fríggjadagin 26. mars.
Allir næmingar møta á Giljanesi kl. 8.00.
Vit fara at hugna okkum við sangi, spølum, framførslum og eisini verður okkurt gott at eta, so ikki er neyðugt við matpakka.
Skúladagurin endar kl. 11.20, og so er páskafrí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald