JN

Skúlin á Giljanesi 60 ár - myndir

...

2021-03-26 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

3. apríl fyllir Skúlin á Giljanesi 60 ár (Miðvágs- Sandavágs Skúli).

Dagurin varð hátíðarhildin á skúlanum í morgun við tónleiki, spølum og onkrum til matna.

Vága Kommuna skrivar:

26-03-2021

Annan páskadag, 3. apríl í 1961 gingu næmingar úr Miðvágs skúla og næmingar úr Sandavágs skúla skrúgongu inn á Giljanes, har nýggjur felagsskúli var bygdur. Hetta var fyrsti felagsskúlin í Føroyum.

Tað var á fundi í skúlanum í Sandavági á vári í 1955, har sóknarstýrini, skúlanevndirnar og lærarar í Miðvági og Sandavági samdust um, at fara undir at byggja ein felagsskúla á Giljanesi.

Á Giljanesi vóru 219 næmingar í yngru flokkunum, og 38 næmingar í framhaldsdeildini í tveimum flokkum. Børnini gingu í sama flokki úr báðum bygdunum.

Í dag ganga um 300 børn og ung á Giljanesi og vóru tey samlaði fyrrapartin í dag til eitt føðingardagshald áðrenn tey fóru í páskafrí.

Har var nógv stuttligt á skránni, myndatøka, tónleikur, dansur, spøl, umframt kakur og grillaðar pylsur. Fleiri myndir síggjast inni á heimasíðuni hjáJN.fo

Hjartaliga til lukki við 60 ára degnum Skúlin á Giljanesi -

Vit tóku nógvar myndir frá hátíðarhaldinum í morgun - sí niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder