2019-08-29 21:51
Fremst í huganum hjá mær í hesum valstríðnum er hetta, at føroyska samfelagið er - og framhaldandi verður - grundað á kristna grundstøðið. Føroyska tjóðin er á ein hátt avbyrgd, sum hon er staðsett á opnum havi, og kortini ikki, tí tað vísir seg, at rákini uttan úr heimi við alsamt skjótari ferð fáa fastatøkur eisini her á landi.
Vit kunnu væl sjálvi, og eiga tí at brúka okkara evni til sjálvi at seta á dagsskrá tey mál, ið vit meta hava størstan týdning her heima, til tess at virksemið kann verða landi og fólki til frama. Vit hava fyrst og fremst ábyrgd at stýra við skynsemi her hjá okkum. Tí er eisini sera umráðandi, at vit geva okkara børnum og ungu best møguligar karmar í uppvøkstrinum, so tey gerast før fyri at taka við ábyrgd, tá boð verða eftir teimum at taka við landsins leiðslu.
Eg eri sannførd um, at vit gera hetta best við at leggja okkara kristna siða- og mentanararv sum grundarlag fyri tí virksemi, ið fer fram eitt nú innan skúlagátt.
Eitt av nýggju rákunum uttanífrá er hetta, at ikki foreldur, men staturin hevur rættin til børnini, ið fødd eru í landinum. Vit minnast smádrongin Charlie Gard, ið doyði á sjúkrahúsi í Bretlandi herfyri. Hóast foreldur hansara høvdu í boði viðgerðartilboð í USA, og útlitini, fyri at viðgerðin kundi hjálpa, vóru mett at vera góð, noktaði heilsuverkið við landsmyndugleikans stuðuli at útskriva drongin, so viðgerðin kundi roynast. Tískil varð hann tikin úr viðgerð og doyði nakað seinni.
Miðflokkurin vil virka fyri, at staðfesta við lóg, at ognarrættin til børnini hava foreldrini. Hetta hevur eisini týdning at fáa staðfest, soleiðis at foreldur framhaldandi hava ávirkan og verða hoyrd, tá um skúlaøkið ræður. Vit halda kanska, at tað er ein sjálvfylgja at so er, men hetta fyllir í kjakinum í útlondum í løtuni. Vit sum bjóða okkum fram sum løgtingsvalevni til komandi fýra ára valskeiðið gera tað, tí vit vilja hava ávirkan á gongdina í okkara samfelagi í komandi døgum.
Far tí á val og vel Miðflokkin ella eitt av valevnum hansara. Gott val!
Anna Margretha Otthamar
valevni fyri Miðflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald