Politikkur

Skúlanæmingar úr Vágum sleppa nú skjótari heim

...

2020-08-26 14:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eg setti í vetur landsstýrismanninum í samferðslumálum skrivligan fyrispurning um busssambandið til og frá Havnini vestur í Vágar. Serliga við atliti til næmingar, sum ganga í skúla í Havn og fólk, sum arbeiða í Havnini og búgva í Vágum. Eisini havi eg javnan havt samskifti við landstýrismannin um málið.

Tað er av stórum týdningi, at skúlanæmingar, sum ofta ikki hava koyrikort, hava lætt at ferðast við bussleiðum til og frá skúla. Hetta tí at tað ikki eigur at vera bussleiðin, sum avger, hvønn skúla tey velja, men áhugin til skúlatilboðið á staðnum. Vit hava miðnám í Vestmanna, á Kambsdali, í Havn og í Klaksvík.

Nú er tað gleðiliga hent, at nýggj bussleið verður kjølfest frá næstu viku. Hetta er sera týdningarmikið fyri tey, sum dagliga ferðast við bygdaleiðum millum Vágar og Tórshavn. Nú sleppa m.a. næmingar, sum ganga á Glasi, frá at bíða í tímar, inntil bussur koyrir teir heim til hús eftir lokna skúlagongd.

Eg fari at takka Strandferðsluni fyri hetta góða átak. Tað, sum er gott, er gott! Kanska skapar hetta fyridømi, soleiðis at sambandið til allar miðnámsskúlar í Føroyum altíð er í hásæti, tá Strandferðslan leggur bussleiðir. Allir skúlar liggja jú ikki í Tórshavn.

Busssambandið úr Vágum til Vestmanna hevur verið gott og má tí varðveitast, men ein nýggj leið kundi verið kjølfest ígjøgnum Sundalagið, nú Eysturoyartunnilin verður liðugur. Velur man at leggja miðnámsskúlar runt landið, má man eisini játta peningin, sum skal til, fyri at næmingar kunnu flyta seg til og frá skúlunum lýtaleyst.

Tað er eisini at viðmerkja, at busssambandið og tænastan um alt landið eigur at verða javnt góð eisini til smápláss. Busssambandið til smábygdirnar t.d. Bø, Gásadals, Elduvíkar, Rituvíkar og ??ðuvíkar er onki. Hetta er nakað, sum vit øll eiga at samstarva um at fáa í rættlag sum skjótast.

Tað er tí av týdningi, at vit seta eina ætlan út í kortið, sum fremur betur busssamband og játta Strandferðsluni teir pengar, tað kostar at betra um busssambandið. Ofta tosa vit ikki um nógvan pening.

Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder