Lýsing

Skrivstovufólk til Vága Floghavn

...

2020-03-02 14:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Starv sum skrivstovufólk á Vága Floghavn er leyst at søkja

Um starvið

Talan er um eitt fjølbroytt, spennandi starv á Vága Floghavn. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um vanligt skrivstovuarbeiði, bókhald, eins og vit ímyndað okkum at tú ert før/ ur fyri at umsita verkætlanir. Fyri at røkja starvið er umráðandi at duga at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt eru nærlagni, arbeiðssemi og ábyrgdarkensla eginleikar, ið eru viðkomandi fyri at røkja starvið. Arbeiðið er miðsavnað í Fyristingini, har tú kemur at arbeiða í einum toymi.

Høvuðsuppgávurnar hjá nýggja skrivstovufólkinum verða:

??? Telefonavgreiðsla og vanligt skrivstovuhald

??? Lønarumsitan

??? 360 journal

??? Kreditorrøkt

??? Debitorrøkt

??? Verkætlanir

Um teg

Vit ímynda okkum, at tann rætti til starvið hevur skrivstovuútbúgving ella aðrar viðkomandi royndir.

Vit hava í væntu, at tú:

??? Hevur royndir innan bókhald og dugir at brúka Navision-skipanina

??? Hevur góðan málkunnleika í føroyskum og enskum

??? Hevur góðan telduførleika til vanligastu forritini

??? Hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð evni at samskifta við onnur

??? Hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður

??? Nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum

??? Ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar

??? Hevur góð samstarvsevnir, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

Umsókn, freist og samband

Starvið verður sett skjótast til ber. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Vinnuhúsið. Starvið er staðsett á Vága Floghavn.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagisunnudagin 15.marsog skulu sendast til [email protected].

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Annfinn Hjelm fíggjarleiðara, á tel.784402 ella [email protected] fyri at fáa meira at vita um starvið.

Tak starvslýsing niður her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder