Politikkur

Skotið ígjøgnum á Rókini

...

2019-05-07 22:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta skotið Eysturoyarmegin í Eysturoyartunlinum varð í dag latið av við buldur og braki. Nógv fólk vóru til hesa fagnaðarløtu og eisini hoyrdist gleðirómurin, tá skotið varð fyri seinastu ferð. 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, var eisini við til hesa stóru løtu saman við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, Jóhannus Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu og Artur Johansen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu. Teir tríggir borgarstjórarnir trýstu á knøttin, ið leysgav seinastu spreinging, og Heðin Mortensen, landsstýrismaður, rópti eitt trífalt hurrá, tí nú varð endiliga skotið ígjøgnum. 

Eftir hetta varð farið í Løkshøll at fagna seinasta skotinum Eysturoyarmegin, har Teitur Samuelsen, stjóri, bjóðaði vælkomin, og eisini var kaffi og kaka at fáa. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, helt røðu, og tað sama gjørdu teir tríggir borgarstjórarnir. 

Røðan hjá Heðini Mortensen, landsstýrismanni, stendur skrivað niðanfyri:

Góðu tit øll!

Í dag taka vit eitt stórt stig nærri føstum sambandi undir sjónum millum Eysturoynna og Streymoynna.

Ja, ikki bara føstum sambandi millum Eysturoynna og Streymoynna, men millum høvuðsstaðin og Skálafjørðin ??? ella millum norður- og eystur-Føroyar og so miðstaðarøkið.

Nú skotið er ígjøgnum í Rókini, eru eystari og vestari armur á Skálafjørðinum bundnir saman á ein nýggjan hátt, ið fer at geva hópin av møguleikum.

Lokalt samstarva Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur longu á fleiri økjum, men skjóta sambandið tvørtur um fjarðarmunnan fer óivað at kveikja nýggjar tankar og nýggj hugskot.

Ofta siga vit, at ???bert hugflogið setur markið???, og tað fara vit eisini at ásanna, nú tunnilin kann fáa so nógv at bera til, ið mestsum var óhugsandi frammanundan. 

* * *

Enn er so eftir at skjóta ígjøgnum suður ímóti Hvítanesi, men tá ið tað skotið um ikki so langa tíð er latið av, liggur framtíðin víðopin.

Ein útvarpssending hevur seinnu árini borið heitið ???Áðrenn Elvis???, og ikki skal tað undra, um tit her um leiðir hereftir fara at tosa um eitt ???áðrenn??? og eitt ???aftaná???.

Eysturoyartunnilin, sum eitt samt løgting í 2014 samtykti at fara undir, fer ikki bara at flyta bilar og akfør, men so sanniliga eisini møguleikar.

Føroya størsta samferðsluútbygging er nú ikki bara tos ella nakað, sum liggur langt frammi í tíðini, tí við skotinum í dag eru vit komin eitt stórt stig nærri einum nýggjum veruleika.

Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin byrjaði við vegagerð í 2016 og boring í 2017, og væl hevur gingist, nú styttri parturin tvørtur um Skálafjørðin er skotin ígjøgnum, og restin skjótt eisini er tað.

Tí er hetta ein sannur gleðisdagur og eitt stórt stig fram á leið, tá ið vit hugsa samferðslu í Føroyum, tí hóast koyrandi er frammanundan, kemur tíðin at hava nógv at siga.

* * * 

Vanliga verður sagt, at ???tíð er pengar???, og so verður eisini í hesum føri, tí við Eysturoyartunlinum fáa túsundtals føroyingar ein nýggjan gerandisdag.

??ll, sum hava brúk fyri at ferðast aftur og fram millum Skálafjørðin og Havnina, fáa nú eina farleið, sum fer frá einum tíma niður í eitt gott korter.

Og taka vit ein túr úr Havn til Klaksvíkar sum dømi, so styttist hann í rundum tølum úr meira enn einum tíma og niður í gott og væl ein hálvan tíma.

Hetta kemur at gagna bæði tí vanliga føroyinginum, vinnulívi og fyritøkum, umframt tí almenna, nú møguleiki er at velja eina skjótari farleið. 

At alt kann koma at ganga skjótari, verður ein styrkur fyri bæði hin einstaka, vinnuliga kappingarførið og landsbúskapin sum heild. 

* * * 

Stóri síðuvinningurin av øllum hesum er, at nú fer helmingurin av føroyingum at búgva í einum øki, har koyritíðin ikki longur er nakað, tær nýtist at hugsa um.

Eysturoyartunnilin kemur eisini at betra um brúksvirðið á teimum báðum undirsjóvartunlunum, vit longu hava ??? Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.

Og tá ið Sandoyartunnilin um fá ár eisini er veruleiki, verða 90 prosent av øllum føroyingum knýttir saman í eitt og sama veganet, so ferðast kann í allar ættir allan sólarringin.

At alt hetta kann bera til, er eitt stórt vinnuligt, mentanarligt og fólksligt framstig fyri føroyska samfelagið, ið vit øll kunnu fegnast um.

Skulu so stórar útbyggingar av føroyska samferðslunetinum veruliga geva meining, eiga vit eisini at hugsa longur suður og fáa Suðuroynna við.

 * * *

 At Eysturoyartunnilin nú er komin so langt áleiðis, at vit so smátt eru farin at telja niður, til hann verður tikin í brúk, skyldast einum góðum og væl skipaðum innsatsi.

Ein so stór verkætlan krevur gjølla ráðlegging, gott arbeiðsfólk og so eina rúgvu av arbeiðstímum, tí einki kemur av sær sjálvum.

Tit, ið hava gjørt tykkara til, at vit í dag kunnu fegnast um seinasta skotið í Rókini, samstundis sum vit vita, at skjótt er opið suður til Hvítanes, hava eitt stórt herðaklapp uppiborið.

Sum landsstýrismaður í samferðslumálum kann eg ikki annað enn fegnast um, at arbeiðið hevur gingið so serstakliga væl, at tíðarætlanin hevur hildið, og alt higartil er væl úr hondum greitt.

Nú bíða vit spent eftir, at skotið eisini verður ígjøgnum til Hvítanes, tí tað verður samstundis startskotið upp á fjórða føroyska undirsjóvartunnilin, tann í Sandoynna.

Soleiðis, sum tunnilsætlanin varð skrúvað saman, er Eysturoyartunnilin eitt slag av treyt fyri, at farið verður undir Sandoyartunnilin, so eisini tað arbeiðið nærkast við risafetum.

Tað er gott, at vit kunnu taka tøk, ið røkka út um okkara egna øki og okkara egna tørv, og at taka eitt tak, ið kann vera øðrum til hjálpar, liggur í føroysku fólkasálini.

Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum góðan arbeiðshug víðari við Eysturoyartunlinum, tí vit gleða okkum øll til at sleppa at koyra ígjøgnum í desember 2020 ??? um ikki fyrr!

Takk fyri!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder