
Í heyst skipar Miðnám í Vestmanna fyri førleikamennandi skeiði í enskum máli til ferðavinnuna. Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan vinnuna, ella á annan hátt eru knýtt at ferðavinnuni.
Endamálið við skeiðnum er at veita grundleggjandi førleikar, so tey lesandi á greiðan hátt kunnu samskifta við ferðafólk og samstarvsfelagar innan ferðavinnuna umframt at menna orðatilfeingið í enskum máli, sum serliga hevur týdning í ferðavinnuhøpi. Skeiðið leggur dent á, at tey lesandi loysa og lata inn smærri sjálvstøðugar uppgávur og venja framløgur við grundarlagi í ferðavinnuni.
Skeiðið byrjar tann 29. august við ástøðiligari undirvísing og endar um miðjan desember við próvtøku. Undirvíst verður hvørt mikukvøld kl. 18.00 - 21.15, og luttakararnir hava møtiskyldu til undirvísingina.
Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari hevur staðið enskt á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn, um hann á annan hátt kann prógva líknandi førleika í enskum máli.
Kostnaður fyri skeiðið er kr. 600 fyri hvønn umframt keyp av bók til undirvísingina. Undirvísari er Rannvá Mortansdóttir, miðnámslærari í enskum.
Umsóknarblaðið er talgilt, og er at finna á hesi leinkju: www.innskriving.fo. Har verður skjalið útfylt og sent saman við neyðugum fylgiskjølum. Umsóknarfreistin er 20. august kl. 12. Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Anniku L. Black, samskipara, [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald