Politikkur

Skattgjaldarin rindar rokningina tvær ferðir fyri negativa rentu

...

2021-03-09 15:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rokningin fyri negativa rentu av uppspardum peningi verður nú send til skattgjaldaran.


Fólk verða revsaði fyri at spara upp, tí bankarnir taka negativa rentu, tvs, at fólk skulu rinda fyri at spara upp.

Men nú skulu fólk einaferð afturat at rinda rokningina fyri negativu rentuna. Tí nú ætlar samgongan, at fyritøkur skulu kunna draga negativu rentuna frá. Og har er bara ein, ið kann rinda, tað er føroyski skattgjaldarin.

Sostatt ætlar samgongan nú at stuðla bankunum í at hava negativa rentu. Í uppskotinum hjá samgonguni stendur:??????at vinnulívið fær frádrátt fyri fyri negativa rentu.??? Hinvegin kunnu vanlig fólk ikki draga negativa rentu frá.

Hetta er ikki ein ábreiðsla á vinnulívið ella fyritøkur, tey skulu jú tjena pengar, men ein áheitan á bankar og samgonguna um at virða føroyska skattgjaldaran.

Tit kunnu ikki loyva tykkum at lata føroyska skattgjaldarin rinda rokningina, enntá tvær ferðir.

Beinta Løwe, tingkvinna Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder