Skattainntøkurnar hjá tí almenna í 2013 vóru 6.086 milliónir kr., 37 mió. fleiri enn árið fyri. Lági vøksturin ger, at skattatrýstið minkaði 1,9% stig niður í 42,4% í mun til BT??, og tað er tað lægsta nakrantíð, síðan uppgerðin byrjaði í 1998.
Tað var nærum ongin vøkstur í skattainntøkunum hjá tí almenna í 2013. Undanfarnu trý árini hevur vøksturin verið millum 2,4 og 4,1%, men í 2013 var vøksturin 0,6%. Tilsamans komu 6.086 milliónir inn í skatti í 2013, 37 fleiri enn árið fyri.
Størsti vøksturin í skattainntøkunum lutfalsliga var í sosialum tryggingargjøldum, sum eru gjøld til m.a. ALS, AMEG, Barsilsskipan og Heilsutrygd. Í 2013 rindaðu føroyingar 670 milliónir í sosialu grunnarnar, 13 mió. fleiri enn árið fyri, vøksturin er 2%.
Avgjøld á vørur og tænastur minkaðu 14 milliónir og vóru 1.838 milliónir í 2013. Hetta er afturgongd á 0,8%, og framvegis kemur minni inn í avgjøldum enn metárini 2007/8.
Størsti inntøkubólkur er inntøkuskatturin, sum í 2013 var 3.578 milliónir krónur ??? 38 milliónir hægri enn árið fyri, og sum er ein vøkstur upp á 1,1%.
Skattatrýstið í 2013 minkaði 1,9%-stig
Skattatrýstið er skattainntøkan í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, (BT??). Síðan uppgerðin av almennum fíggjarmálum byrjaði í 1998, hevur skattatrýstið sveiggjað millum 44 og 46%. Tí er tað heilt óvanligt, at skattatrýstið í 2013 var 42,4% av BT??, og tað er eitt fall upp á 1,9%-stig í mun til árið fyri.
Orsøkin til at skattatrýstið fall var, at BT?? vaks 5,1% í 2013 í mun til 2012, meðan skattainntøkurnar bert vuksu 0,6%.
Tað er lutfalsliga minni komið inn bæði av avgjøldum og inntøkuskattum í 2013 samanborið við árið fyri. Avgjaldsinntøkurnar vóru 12,8% av BT??, og tað er ein afturgongd upp á 0,8%-stig, meðan skattainntøkurnar vóru 24,9% av BT??, og var tað ein minking upp á 1%-stig. Fyri bæði skattasløgini er galdandi, at hetta er minsta lutfall, sum nakrantíð er skrásett síðan uppgerðin byrjaði í 1998.
*) Vanligt skattatrýst er skattur í mun til bruttotjóðarúrtøkuna (BT??)
Inntøkuskattirnir
Tað allarmesta av inntøkuskattinum er persónligur inntøkuskattur, tað er skattur á løn, eftirløn o.l.
Í 2013 var persónligi inntøkuskatturin 3.092 milliónir, og tað var 103 meira enn árið fyri. Framgongdin var 3,4%. Eisini hilnaðist vinnufelagsskatturin væl í 2013, inn komu 251 milliónir, 64 fleiri enn árið fyri. Hinvegin minkaði kapitalvinningsskatturin niður í eina helvt, og avgjald av kapitaleftirlønum minkaði ein triðing.
Samlaði inntøkuskatturin í 2013 var 3.485, framgongdin var 55 milliónir, og tað svarar til ein vøkstur á 1,6%.
Avgjaldsinntøkurnar minkaðu í 2013
Avgjaldsinntøkurnar hava seinastu fýra árini verið um 1,8 milliard, og í 2013 komu 1.832 milliónir inn. Tað eru 34 milliónir færri enn árið fyri.
Størsta avgjaldsinntøkan er meirvirðisgjaldið. Meirvirðisgjaldið hevur sveiggjað um 1,3 milliardir seinastu 5 árini, og var lítil afturgongd í 2013, tá 31 milliónir færri komu inn í mun til árið fyri.
Av hinum avgjøldunum vóru bert smærri broytingar, undantikið skrásetingargjaldið á motorakfør. Síðani skrásetingargjaldið botnaði í 2009, hevur tað verið framgongd hvørt ár. Í 2013 komu 102 milliónir inn í skrásetignargjøldum, 18 fleiri enn árið fyri. Framgongdin er 21,4%.
??tgreinaðar upplýsingar um skattainntøkurnar hjá tí almenna eru dagførdar í hagtalsgrunninum.
Kelda: hagstova.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald