Politikkur

Skattalættar og lægri livikostnaður

...

2015-08-21 13:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Framsókn tekur undir við, at inntøkuskatturin er lágur, og vit ætla ikki, at skatturin hækkar aftur; best var, um skatturin var enn lægri. Men vit ásanna, at skattalættin ??? sonevndi flatskatturin - tíanverri munaði nógv mest hjá teimum við hægru inntøkunum, og tey við lægru inntøkunum fingu nógv minni burturúr.

Vit í Framsókn hava eitt heitt sosialt hjarta, tí vilja vit virka fyri, at øll fáa munagóðan ágóða av broyttum skatta- og avgjaldspolitikki. Eitt skilagott uppskot kundi verið at broytt MVGið, soleiðis at vit høvdu fleiri MVGtakstir. Onkur hevur víst á, at hetta er tvørligt umsitingarliga, men tað er ein skeiv undanførsla, tí øll ESlond uttan Danmark hava fleiri MVGtakstir. Um vit lækkaðu MVGið á gerandisvørum t.d. matvørum, so hevði kostnaðarstøðið lækka hjá øllum, men lutfalsliga mest hjá teimum við lágum inntøkum og teimum við stórum útreiðslum til gerandisvørur ??? m.a. barnafamiljum.

Annar møguleiki at geva øllum skattalætta er at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, tí hjá fleiri av teimum við lágum inntøkum m.a. pensjónistum er kommunuskatturin væl hægri enn landsskatturin. Kommunurnar eru sjálvsagt ikki fegnar um tílíka hækking, men nógvar kommunur vísa á stóra meirinntøkur av skatti, tí eiga tær at tola ein inntøkumiss.

Um kostnaðarstøðið á gerandisvørum lækkar munandi, so kann tað enntá hava við sær, at komandi lønarhækkingar verða tálmaðar, og tað hevði betrað okkara kappingarføri.

Veljið Karl A. Olsen og Framsókn, um tit vilja hava ein rættvísari skatta- og avgjaldspolitikk.

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder